Túnafótbóltur

Í 2009 lat Fótbóltssamband Føroya ein Túnabólt-vøll (Street Soccer) byggja, og fyrstu ferð vøllurin var brúktur var til Mentanarnáttina í Havn hetta sama árið. 

Túnabólt-vøllurin er væl egnaður til smærri fótbóltskappingar. T.d. á skúlum, stevnum, festivalum og onnur tiltøk. Tað er bara hugflogið, ið setir avmarkingarnar.

Tað serliga við vøllinum er, at hann kann setast upp mest sum allastaðni. Undirlagið skal bara vera hampuliga slætt, og tað er tískil líka mikið um tað er á vegi, kaiøki ella á einum fótbóltsvølli.

Støddin á vøllinum er 17 x 12 metrar (útvendig mát). Støddin á sjálvum vøllinum, har spælt verður, er 15 x 10 metrar.

Áhugaði, ið ynskja at leiga vøllin, kunnu venda sær til skrivstovuna hjá FSF, tel. 35 19 79, ella senda ein teldupost til Hans Erik Danielsen, [email protected].

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.