Mennaravitjanir

Sum liður í at menna ítróttarliga partin í Fótbóltssambandi Føroya og í feløgunum kring landið, arbeiða í dag fimm Fótbóltsmennarar hjá FSF.

Uppgávan er í høvuðsheitum at styrkja og stuðla feløgunum í teirra barna- og ungdómsvenjingum, umframt at vera við í menningina av ungdómslandsliðunum, ið FSF varðar av.

Fótbóltsmennararnir vitja regluliga kring landið, har skipað verður fyri venjingum og øðrum tiltøkum í tøttum samstarvi við høvuðsvenjararnar og aðrar venjarar í feløgunum.

———

Myndir

Mennaravitjan við Margáir (21. apríl 2022)

Mennaravitjan í B71 (24. mars 2022)

Mennaravitjan í HB (12. mai 2021)

Mennaravitjan í Suðuroynni (apríl 2021)

———

Dagført: 23. apríl 2022

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.