Kæruúrskurðir 2024

10. juni 2024 – Kæra 1/2024

Svikaðu við navni á dómaraseðilinum

U21 AB hevur fingið viðhald í kæru mótvegis KÍ fyri brúk av ólógligum leikara, og fyri at svika við navni á dómaraseðilinum
Les meira… (PDF)

———

10. juni 2024 – Kæra 2/2024

NSÍ nýtti ov ungan leikara

U21 Aga- og etiskanevndin hjá FSF hevur dømt NSÍ at tapa dystin móti KÍ, spældur 27. mai 2024, fyri brúk av ov ungum spælara
Les meira… (PDF)

———

3. juli 2024 – Kæra 3/2024

Skrásettur í ÍF, men spældi fyri Víking

U21 Aga- og etiskanevndin hjá FSF hevur dømt Víking at tapa dystin móti FC Hoyvík, spældur 17. juni 2024, fyri brúk av spælara, ið er skrásettur í ÍF
Les meira… (PDF)

———

28. august 2024 – Kæra 4/2024

FC Hoyvík helt ikki reglurnar um yvirsiting

3. deild menn Aga- og etiskanevndin hjá FSF hevur dømt FC Hoyvík at tapa dyst móti 07 Vestur, spældur 26. juni 2024, fyri brúk av ólógligum spælara vegna vantandi yvirsiting í 1. deild
Les meira… (PDF)

———

28. august 2024 – Kæra 5/2024

HB’arar høvdu ikki leikaraloyvini í lagi

3. deild menn Aga- og etiskanevndin hjá FSF hevur dømt HB at tapa dyst móti 07 Vestur, spældur 29. juni 2024, fyri at brúka tveir spælarar, ið ikki høvdu leikaraloyvini í lagi
Les meira… (PDF)

———

28. august 2024 – Kæra 6/2024

Óhøviskur málburður og atburður móti dómarahópinum

Betrideildin menn Aga- og etiskanevndin hjá FSF hevur gjørt úrskurð í málinum í samband við tað, ið hendi aftaná dystin í Betrideildini hjá monnum millum NSÍ og KÍ, sum varð spældur við Løkin í Runavík fríggjakvøldið 28. juni 2024
Les meira… (PDF)

———

30. september – Kæra 7/2024

Venjarin misskilti reglurnar

U15 dreingir Aga- og etiskanevndin hjá FSF hevur avgjørt, at Víkingur tapir dystin móti FC Hoyvík, spældur 7. september, fyri brúk av seks ólógligum spælarum
Les meira… (PDF)

———

15. apríl 2024 – Kæra 8/2024

TB gjørdi eitt ólógligt leikaraskifti

1. deild menn Aðalumsitingin hjá FSF gav TB bót upp á 5.000 krónur fyri umsitingarligt óskil í sambandi við eitt leikaraskifti í dysti móti B71, sum varð spældur við Stórá 5. oktobur 2024
Les meira… (PDF)

———

1. november – Kæra 9/2024

HB brúkti seks ólógligar spælarar

U15 dreingir Aga- og etiskanevndin hjá FSF hevur avgjørt, at HB verður dømt at tapa dyst móti FC Hoyvík, spældur 5. oktober, fyri brúk av ólógligum spælarum
Les meira… (PDF)

———

14. november – Úrskurður frá yvirkærunevndini

Dómurin niðursettur

Betrideildin menn Yvirkærunevndin hjá FSF hevur avgjørt at broyta úrskurðin frá Aga- og etiskunevndini í samband við kæru 6/2024
Les meira… (PDF)

———

Dagført 15. apríl 2025

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.