Fríggjadagin á middegi endar sølan av landsliðspakkanum. Samstundis verður latið upp fyri sølu av atgongumerkjum til hvønn einstakan heimadyst, sum er á skránni í 2025
Nú ræður um at skunda sær, tí fríggjadagin 25. apríl klokkan 12 endar sølan av landsliðspakkanum.
Í summar og í heyst skal A-landsliðið við monnum spæla seks HM undankappingardystir og tveir venjingardystir. Fýra av undankappingardystunum verða á heimavølli, meðan tveir – umframt venjingardystirnir – skulu spælast á útivølli.
Sølan av atgongumerkjum til heimadystirnar byrjaði í novembur í fjør, tá landsliðspakkin, ið tryggjar einum fast pláss á Tórsvølli til allar heimadystirnar, varð settur til sølu í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.
Men á middegi fríggjadagin 25. apríl endar sølan av landsliðspakkanum, og samstundis verður latið upp fyri sølu til hvønn einstakan heimadyst. Tann fyrsti verður í juni, og síðani spæla Føroyar aftur á heimavølli í septembur og oktobur.
Mánadagin 9. juni vitjar Gibraltar á Tórsvølli, og fríggjadagin 5. septembur spæla Føroyar og Kroatia. Í oktobur eru tveir heimadystir á skránni. Tann 9. oktobur spæla Føroyar og Montenegro, og sunndagin 12. oktobur kemur Kekkia á vitjan.
Kostnaður
Flokkur 1: 810 kr. (bólkarnir 103-106)
Flokkur 2: 610 kr. (bólkarnir 102,107 og 108)
Flokkur 3: 410 kr. (bólkarnir 109, 110, 112 og 113)
Skansin: 410 kr. (bólkur 111)
