Limafeløg


Tann 4. februar í 2023 vóru 17 feløg limir í Fótbóltssambandi Føroya.

Elsta felagið er TB av Tvøroyri, sum er stovnað 13. mai í 1892.

Yngsta felag er EB/Streymur. Síðani januar 1993 spældi felagið sum felagslið millum EB (Eiðis Bóltfelag) og Bóltfelagið Streymur (Norðstreymoyar Boltfelag, Streymur).

Í 2011 vórðu EB og Bóltfelagið Streymur niðurløgd, og nýtt felag sett á stovn, sum í dag eitur EB/Streymur.

Fótbóltssamband Føroya varð stovnað 13. januar 1979. Men fyrsta FM-kapping í fótbólti varð spæld í 1942.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.