Frá 4. til 17. mai vera Føroyar vertir fyri EM endaspælinum fyri U17 landslið við gentum, og til tiltakið er brúk fyri nógvari sjálvbodnari arbeiðsmegi


Hevur tú hug at vera partur av størstu fótbóltskapping í Føroyum nakrantíð? So hevur tú møguleikan nú.

Fótbóltssamband Føroya hevur nevniliga brúk fyri nógvari sjálvbodnari arbeiðsmegi í sambandi við EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum, sum verður í Føroyum frá 4. til 17. mai.

Talan er um eina rúgvu av spennandi uppgávum, og í samrøðu við FSF Varpið greiðir Christina Ravnsfjall, samskipari, frá, hvørjar uppgávurnar eru, og hvussu hesar verða skipaðar.