Landsliðsvenjararnir hava gjørt fýra broytingar í byrjanaruppstillingini til dystin móti Montenegro, samanborið við teir fyrstu 11, sum byrjaðu ímóti Kekkia


Klokkan 19:45 í kvøld fer A-landsliðið við monnnum aftur á vøllin, tá Montenegro – sum leygardagin vann 3-1 á Gibraltar – tekur ímóti á Niksic City Stadion. Talan er um annan HM undankappingardystin, sum er á skránni í hesum umfarinum.

Og í mun til teir fyrstu ellivu, sum Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, og Atli Gregersen, hjálparvenjari, sendu á vøllin ímóti Kekkia fyri trimum døgum síðani, eru fýra broytingar gjørdar í byrjanaruppstillingini til dystin í kvøld.

Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen, sum verður liðskipari. Á føroyska miðvøllinum frá byrjan verða Hanus Sørensen, René Shaki Joensen, Brandur Hendriksson Olsen og Meinhard Egilsson Olsen, og fremsti maður verður Petur Knudsen.

Á beinkinum sita Ari Petersen, Bárður á Reynatrøð, Samuel Chukwudi, Hallur Hansson, Árni Frederiksberg, Páll Klettskarð, Arnbjørn Svensson, Adrian Justinussen, Geza Dávid Turi, Martin Agnarsson, Poul Kallsberg og Noah Hans Mneney.

HM undankappingardysturin millum Montenegro og Føroyar verður settur í gongd klokkan 19:45. Dysturin kann síggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, FM 1 fer eisini at hava beinleiðis útvarpsfrásøgn frá dystinum, og á portal.fo verður møguligt at fylgja dystargongdini.

Koyrið á, Føroyar!

Niksic City Stadion í Montenegro – Mynd: Hans Erik Danielsen