23. mai 2023 – Kæra 1/2023
U21 Aga- og etiskanevndin hjá FSF hevur dømt FC Hoyvík at tapa dystin móti B68, spældur 24. apríl 2023, fyri brúk av ólógligum spælara, og fyri at fuska og sjuska við nøvnum á dómaraseðilinum
Les meira… (PDF)
———
31. mai 2023 – Kæra 2/2023
2. deild menn KÍ kærdi avgerð hjá FSF aðalumsitingini, um at geva KÍ’ara fýra (4) dagar leikbann. Og eftir at hava sæð VEO upptøkur av hendingini, valdi Aga- og etiskanevndin at stytta leikbannið við einum degi
Les mera… (PDF)
———
17. juni 2023 – Kæra 3/2023
Betri Deildin menn Aga- og etiskanevndin metir ikki, at brot vórðu framd á fótbóltsregluverkið í samband við flytingina hjá Andri Benjaminsen úr B68 til NSÍ tann 9. januar 2023
Les meira… (PDF)
———
26. juni 2023 – Kæra 4/2023
U21 FC Hoyvík kærdi 8 dagar leikbann til spælara í U21. Men Aga- og etiskanevndin hjá FSF hevur staðfest longdina av leikbanninum
Les meira… (PDF)
———
1. juli 2023 – Kæra 5/2023
1. deild kvinnur Aga- og etiskanevndin hevur avgjørt, at NSÍ skal tapa dyst móti ÍF, spældur 4. juni, fyri tilvitað at hava svikað við einum navni á dómaraseðilinum. Talan var um spælara, ið eisini var ov ung at spæla í næstbestu deildini hjá kvinnum
Les meira… (PDF)
———
1. juli 2023 – Kæra 6/2023
Betri Deildin menn B68 kærdi 6 dagar leikbann hjá Boubacar Sidik Dabo. Men Aga- og etiskanevndin hevur staðfest longdina av leikbanninum
Les meira… (PDF)
———
1. juli 2023 – Kæra 7/2023
1. deild kvinnur B68 kærdi AB fyri at brúka tveir ólógligar leikarar í dysti, sum varð spældur 11. juni. Aga- og etiskanevndin gav B68 viðhald, sum harvið vann dystin 3-0
Les meira… (PDF)
———
1. juli 2023 – Kæra 8-9/2023
Betri Deildin kvinnur 07 Vestur kærdi tvey leikaraskifti, men eftir at hava viðgjørt málið, hevur Aga- og etiskanevndin avgjørt, at leikaraskiftini vóru í lagi
Les meira… (PDF)
———
1. august 2023 – Kæra 10/2023
Betri Deildin kvinnur 07 Vestur kærdi, at leikaraloyvi varð flutt til EB/Streym. Men Aga- og etiskanevndin hjá FSF hevur avgjørt, at skiftið var í lagi
Les meira… (PDF)
———
1. august 2023 – Kæra 11/2023
Betri Deildin menn 07 Vestur hevur fingið viðhald frá Aga-og etiskunevndini, tá felagið mótmælti flyting av leikara, ið hevur skrivað undir sáttmála við pólskt felag
Les meira… (PDF)
———
29. september 2023 – Kæra 12/2023
U21 B68 verður dømt at tapa dystin móti B71, spældur 18. september, fyri brúk av ólógligum spælara. Harafturat fær B68 bót fyri at svika við leikaranavni á dómaraseðilinum
Les meira… (PDF)
———
14. oktober 2023 – Kæra 13/2023
U17 Dreingir FC Hoyvík verður dømt at tapa dyst móti NSÍ, spældur 21. september, fyri brúk av ólógligum spælarum og fusk við nøvnum á dómaraseðilinum. Harafturat fær FC Hoyvík eisini eina bót upp á 6.000 krónur
Les meira… (PDF)
———
1. februar 2024 – Kæra 14/2023
1. deild menn HB verður dømt at tapa dyst móti B71, spældur 7. oktober, fyri brúk av ólógligum spælara
Les meira… (PDF)
———
Dagført: 1. februar 2024