Kappingarreglugerðin

Grein 1

Henda reglugerð er ásett av Starvsnevndini í Fótbóltsambandi Føroya (FSF) við heimild í grein 37, litra i í lógum FSF´s.

Allir dystir í føroysku lands- og steypakappingini verða leiktir eftir teimum reglum, ið hesar kappingarreglur áseta. Í tann mun hesar kappingarreglur onga áseting hava, eru tær til hvørja tíð galdandi alheimsreglur fyri fótbólt “Laws of the Game”, ið “The International Football Association Board” ásetur, galdandi.

Stk. 2. Hægsta myndugleika í øllum fótbóltsviðurskiftum hevur Fótbóltssamband Føroya (FSF).

Stk. 3. Kappingarnevndin ásetur nærri reglur fyri kappingarnar í  Old Boys, Old Girls, og yngru deildirnar upp til og við Dreingir U21 og Gentur U16. Hesar kappingarreglur, sum kunnu víkja frá hesum kappingarreglum, skulu lýsast av Kappingarnevndini í seinasta lagi ein mánaða áðrenn kappingarbyrjan.

Stk. 4. Starvsnevnd FSF’s kann taka avgerð um, at geva einari deild ella steypakapping hjánavn í eitt nærri ásett tíðarskeið, eitt nú í sambandi við stuðulsavtalur.

Stk. 5. Kappingarnevndin tekur avgerð um allar spurningar í samband við lands- og steypakappingina, undir hesum kappingarskrá og broytingar, ið møguliga verða í skránni.

Kappingarnevndin skal góðkenna øll almenn fótbóltstiltøk innan føroyskan fótbólt.

Stk. 6. Luttøka hjá einum felag í kappingum sum FSF fyriskipar, og luttøka í kappingum sum UEFA fyriskipar, er treytað av, at felagið fær játtað luttøkuloyvi frá FSF. Loyvismannagongdin og treytirnar sum feløgini skulu lúka fyri at fáa játtað luttøkuloyvi frá FSF eru ásettar í serliga reglugerð sum Starvsnevndin samtykkir, og sum er góðkend av UEFA viðvíkjandi luttøku í UEFA kappingunum.

Grein 2

Kappingarárið er frá 1. januar til 31. desember.

Grein 2a (Fair play)

Øll sum á ein ella annan hátt taka lut í føroyskum fótbólti og kappingum undir FSF skulu vísa virðing, integritet og góðan ítróttaranda í samsvari við meginreglurnar um fair play.

Gerðir, ið við vilja skaða integritetin í fótbóltsspælinum, eru bannaðar og kunnu hava við sær revsing.

Grein 2b (Avtalað spæl – Matchfixing)

Stk. 1. Henda lógargrein hevur til endamáls at tryggja heiðurligt spæl og rættvísi í fótbólti og at verja ítróttina móti allari manipulering, ið kann skaða umdømi ella rættvísi í kappingum. Matchfixing fevnir um hvørja gerð, vanrøkt ella avtalu við tí endamáli at ávirka úrslitið ella gongdina í einum fótbóltsdysti ella í eini kapping, í stríð við ítróttina og hennara reglur.

Matchfixing ella avtalað spæl kann verða framt beinleiðis ella óbeinleiðis og fevnur um hvørja sum helst tilvitaða gerð, avtalu ella vanrøkt, ið hevur til endamáls at manipulera úrslitið ella hendingar í einum fótbóltsdysti ella kapping á óvanligan hátt fyri at fáa fíggjarligan, ítróttarligan ella persónligan fyrimun.

Tað er bannað leikarum, venjarum, dómaraum, leiðarum, starvsfólki og øðrum, ið hava tilknýti til ein dyst ella kapping, at luttaka í avtalaðum spæli.

Tað er somuleiðis bannað hesum persónum at vedda ella luttaka í veddimálum á dystum ella kappingum, teir sjálvir luttaka ella hava beinleiðis ella óbeinleiðis samband við. Tað er somuleiðis bannað hesum persónum at eggja, ráðgeva og stuðla øðrum í at vedda ella luttaka í veddimálum á tílíkum dystum ella kappingum.

Stk. 2. Hvør persónur ið virkar innan fótbóltin í Føroyum, ið hevur kunnleika til ella illgruna um matchfixing, hevur skyldu til beinanvegin at boða frá hesum til FSF. Manglandi fráboðan av kunnleika til matchfixing verður mett sum brot á hesa grein.

Stk. 3. Brot á hesa grein kann hava við sær revsing, undir hesum:

  • Útilokan frá luttøku í fótbóltsvirksemi í eitt tíðarskeið ella fyri altíð.
  • Bót, sum verður ásettar av Aga- og etiskunevndini.
  • Politifráboðan og rættarforfylging, har tað er viðkomandi.

Við serliga grovum og endurtakandi brotum kann Aga- og etiskanevndini gera av at áseta herda revsing, undir hesum bann fyri lívstíð at luttaka í fótbóltsrelateraðum virksemi.

Stk. 4. FSF hevur rætt til at seta í verk kanning har tað er illgruni um matchfixing og kann biðja um hjálp frá viðkomandi myndugleikum. Ímeðan ein kanning er í gongd, kann fyribils útihýsan verða sett í verk.

Stk. 5. Hendan ásetingin er galdandi fyri øll sum virka innan fótbóltin í Føroyum, bæði hjá limafeløgnum og undir FSF.

Grein 3

FSF hevur fyrsta rættin til nýtslu av vallunum, tá landskappingar- og steypadystir og aðrir dystir, skipaðir av Kappingarnevndini, verða leiktir.

Stk. 2. Í sambandi við finaludystir í steypakappingini hevur FSF rættin til lýsingar við girðingina rundanum vøllin.

Grein 4 (Skipan av kappingum)

Landskappingin í fótbólti verður skipað soleiðis:

A: Vaksnamannadeildin.

Meistaradeildin, 10 lið

1. deild, 10 lið

2. deild, í mesta lagi 12 lið

3. deild, óavmarkað

Fyri at luttaka í vaksnamannadeildini, skal leikari vera fyltur 16 ár.

Kappingarnevndini er heimilað at gera reglugerð um undantøk frá aldursmarkinum.

B: Kvinnudeildin

Meistaradeildin, í mesta lagi 10 lið

1. deild, óavmarkað

Fyri at kunna luttaka í kvinnudeildini, skal leikari vera fyltur 15 ár. Frá ár 2026 skal leikari tó fylla 16 ár í kappingarárinum fyri at luttaka í Meistaradeildini hjá kvinnum, og frá ár 2027 vera fyltur 16 ár fyri at luttaka í Meistaradeildini hjá kvinnum. Aldursmarkið fyri at luttaka í kvinnudeildini annars verður óbroytt, har leikari skal vera fyltur 15 ár.

Kappingarnevndini er heimilað at gera reglugerð um undantøk frá aldursmarkinum.

Stk. 2.Kappingarnevndin kann gera frávik í tal av liðum í hvørjari deild og skipa fyri undankapping og endaumfari.


Grein 4a

Helvtin av feløgunum, sum taka lut í ávikavist Meistaradeildini og 1. Deild hjá monnum í landskappingini, fáa samsvarandi úrslitinum av lutakasti, sum FSF skipar fyri, tillutað 14 heimadystir í kappingarárinum 2019.

Stk. 2. Eftirfylgjandi kappingarár er galdandi, at eitt felag ongantíð kann fáa tillutað 14 heimadystir í landskappingini tvey kappingarár á rað í somu deild, og tískil skiftast feløgini um annaðhvørt ár at fáa tillutað 14 heimadystir í landskappingini í teimum nevndu deildunum undir stk. 1.

Stk. 3. Tá eitt felag, sum árið frammanundan hevur leikt í 1. Deild hjá monnum, flytur upp í Meistaradeildina, so fær hetta felagið tillutað 14 heimadystir í landskappingini um felagið sum hetta avloysir (sum sama ár flytir í lægri deild) ikki fekk tillutað 14 heimadystir í landskappingini undanfarna kappingarár.

Stk. 4. Tá eitt felag, sum árið frammanundan hevur leikt í 2. Deild hjá monnum, flytur upp í 1. Deild hjá monnum, so fær hetta felagið tillutað 14 heimadystir í landskappingini um felagið sum hetta avloysir (sum sama ár flytir í lægri deild) ikki fekk tillutað 14 heimadystir í landskappingini undanfarna kappingarár.

Stk. 5. Um serligar umstøður gera, at tað ikki ber til at tilluta 14 heimadystir í landskappingini eftir omanfyri nevnda leisti undir stk. 1 – 4, so verður talið av heimadystum ásett við lutakasti sum FSF skipar fyri.


Grein 5

Í lands- og steypakappingum hjá monnum og kvinnum er leiktíðin henda:

Meistara-, 1., 2. og 3. deild 2 x 45 min.

Stk. 2. Stendur eftir vanliga leiktíð á jøvnum í finaludysti hjá monnum og kvinnum í landskappingini, verður farið til longda leiktíð, og er leiktíðin tá henda:

Meistaradeildin., 1., 2. og 3. deild 2 x 15 min.

Stk. 3. Er kappingin skipað soleiðis at leikast skulu tveir finaludystir í lands- ella steypakapping, tveir fjórð- ella hálvfinaludystir í lands- ella steypakapping, tveir upp- og niðurflytingardystir í landskapping, og tað stendur framvegis á jøvnum, í stigum og málum, verður farið undir longda leiktíð, sum verður ásett samsvarandi stk. 2.

Stk. 4. Er støðan framvegis javnleikur eftir longda leiktíð, verður brotssparkskapping, soleiðis at hvørt liðið fær 5 brotsspørk, sum fimm ymsir leikarar sparka. Gjørt verður av við lutakasti, hvat liðið skal byrja. Stendur framvegis á jøvnum, heldur brotssparkskappingin fram, til vinnarin er funnin.

Stk. 5. Burtursæð frá ásetingunum í stk. 3 og 4 verður raðfylgjan í lands- og steypakappingini funnin soleiðis:

  1. Stendur á jøvnum í stigum, er uppmøtingin til dystir avgerandi, og um liðini hava møtt líka væl upp, er samlaði málmunurin avgerðandi.
  2. Stendur á jøvnum eftir a), er tað liðið fremst, sum hevur flest vunnin mál.
  3. Stendur framvegis á jøvnum verður umdystur leiktur á uttanveltaðum vølli, um neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping.
  4. Reglan undir punkt c) umfatar dystir:
  1. sum geva heiðursmerki;
  2. sum geva atgongd til evropeiskar kappingar; og
  3. fyri at avgera upp- og niðurflytingar millum deildir.


Í øðrum førum verður raðfylgjan av liðunum funnin við lutakasti.

Grein 6

Vinnarar av føroysku landskappingini fáa hesi heitið:

Mansdeildin:

Meistaradeildin – Føroyameistari

1. deild – Vinnari í 1. deild

2. deild – Vinnari í 2. deild

3. deild – Vinnari í 3. deild

Kvinnudeildin:

Meistaradeildin – Føroyameistari

1. deild – Vinnari í 1. deild

Grein 7

Tey lið, sum aftan á kappingarárslok eru nr. 9 og 10 í Meistaradeildini hjá monnum, flyta niður í 1. deild.

Fremsta liðið í 1. deild hjá monnum, har felagið frammanundan ikki er umboðað í Meistaradeildini, verður at flyta upp í Meistaradeildina.

Næsta liðið í 1. deild hjá monnum, har felagið frammanundan ikki er umboðað í Meistaradeildini hjá monnum, verður at flyta upp í Meistaradeildina hjá monnum treytað av, at liðið verður nr. 2 ella nr. 3 í 1. deild hjá monnum. Endar liðið nr. 4 til nr. 8 í 1. deild hjá monnum verður dystur um uppflyting móti nr. 9 í Meistaradeildini hjá monnum leiktur. Endar liðið nr. 9 ella nr. 10 í 1. deild hjá monnum verður bert eitt lið at flyta upp í Meistaradeildina hjá monnum.

Kappingarnevndin ásetur nærri, hvussu møguligur dystur um uppflyting verður leiktur.

Har felag sambært omanfyri tilskilaða, eftir kappingarlok hevur lið ið er ávegis niður úr Meistaradeildini hjá monnum, samstundis hevur lið sum er ávegis upp í Meistaradeildina hjá monnum, verður niðurflyting úr Meistaradeildini hjá monnum at fara fram, samstundis sum lið felagsins í 1. deild hjá monnum verða at flyta í 2. deild hjá monnum.

Um lið verður tikið úr kappingini, so skal tað metast sum niðurflyting.

Stk. 2. Tey lið, sum aftan á kappingarárslok eru nr. 9 og 10 í 1. deild hjá monnum, flyta niður í 2. deild hjá monnum.

Fremsta liðið í 2. deild hjá monnum, har felagið frammanundan ikki er umboðað í 1. deild hjá monnum, verður at flyta upp í 1. deild.

Næsta liðið í 2. deild hjá monnum, har felagið frammanundan ikki er umboðað í 1. deild, verður at flyta upp í 1. deild hjá monnum treytað av, at liðið verður nr. 2 ella nr. 3 í 2. deild hjá monnum. Endar liðið nr. 4 til nr. 8 í 2. deild hjá monnum verður dystur um uppflyting móti nr. 9 í 1. deild hjá monnum leiktur. Endar liðið nr. 9 ella nr. 10 í 2. deild hjá monnum verður bert eitt lið at flyta upp í 1. deild hjá monnum.

Kappingarnevndin ásetur nærri, hvussu møguligur dystur um uppflyting verður leiktur.

Har felag sambært omanfyri tilskilaða, eftir kappingarlok hevur lið ið er ávegis niður úr 1. deild hjá monnum, samstundis hevur lið sum er ávegis upp í 1. deild hjá monnum, verður niðurflyting úr 1. deild hjá monnum at fara fram, samstundis sum lið felagsins í 2. deild hjá monnum verða at flyta í 3. deild hjá monnum.

Um lið verður tikið úr kappingini, so skal tað metast sum niðurflyting.

Stk. 3. Tey lið, sum aftan á kappingarárslok eru nr. 11 og 12 í 2. deild hjá monnum, flyta niður í 3. deild hjá monnum. Tó kunnu lið sum onga umboðan hava í hægri deild enn 2. deild ikki flyta niður, og vera hesi lið tí verandi í 2. deild hóast tey ítróttarliga enda sum nr. 11 ella 12 í deildini, og flyta tá tey lið niður sum enda sum nr. 10 og nr. 9 (um viðkomandi) niður í 3. deild.

Fremsta liðið í 3. deild hjá monnum, har felagið frammanundan ikki er umboðað í 2. deild hjá monnum, verður at flyta upp í 2. deild hjá monnum.

Næsta liðið í 3. deild hjá monnum, har felagið frammanundan ikki er umboðað í 2. deild hjá monnum, verður at flyta upp í 2. deild hjá monnum treytað av, at liðið verður nr. 2 ella nr. 3 í 3. deild hjá monnum. Endar liðið nr. 4 til nr. 8 í 3. deild hjá monnum verður dystur um uppflyting móti lið nr. 11 (ella lið nr. 10, um lið nr. 11 ikki er umboðað í hægri deild enn 2. deild) í 2. deild hjá monnum leiktur. Endar liðið nr. 9 ella nr. 10 í 3. deild hjá monnum verður bert eitt lið at flyta upp í 2. deild hjá monnum.

Kappingarnevndin ásetur nærri, hvussu møguligur dystur um uppflyting verður leiktur.

Har felag sambært omanfyri tilskilaða, eftir kappingarlok hevur lið ið er ávegis niður úr 2. deild hjá monnum, samstundis hevur lið sum er ávegis upp í 2. deild hjá monnum, verður niðurflyting úr 2. deild hjá monnum at fara fram, samstundis sum lið felagsins í 3. deild hjá monnum heldur fram í 3. deild hjá monnum.

Um lið verður tikið úr kappingini, so skal tað metast sum niðurflyting.

Tekur lið seg úr kappingini, sum onga umboðan hevur í hægri deild, so skal tað metast sum niðurflyting, og kann liðið (felagið) ikki taka lut í 2. deild aftur tey komandi 3 kappingarárini, uttan so at tað ítróttarliga vinnur rætt til luttøku í 2. deild.

Stk. 4. Feløg, ið flyta úr Meistaradeildini niður í 1. deild hjá monnum og frammanundan eru umboðað í 1. deild hjá monnum, skulu flyta annað av liðunum niður í 2. deild hjá monnum, og skal tá eitt ella einki lið flyta niður í 2. deild hjá monnum hetta árið.

Stk. 5. Feløg, ið flyta úr 1. deild hjá monnum niður í 2. deild hjá monnum og frammanundan eru umboðað í 2. deild hjá monnum, skulu flyta annað av liðunum niður í 3. deild hjá monnum, og skal tá eitt ella einki lið flyta niður í 3. deild hjá monnum hetta árið.

Grein 8

Leikari, sum hevur luttikið í landskappingini í eini deild, kann ikki luttaka í landskappingardysti í eini lægri deild, uttan at felag hansara í millumbilinum ella sama dag, hevur leikt landskappingardyst- ella steypadyst, sum hesin ikki luttók í, í hægru deildini, hóast viðkomandi leikari lógliga kundi luttaka. Tá felag leikar í fleiri deildum, roknast hægsta deildin at hava leikt fyrst.

Stk. 2. Tað er bert loyvt leikara at leika ein dyst hvønn leikdag, sí tó stk. 3 og 4. Tó er loyvt leikara í lægri vaksnamannadeild, at verða eykaleikari í hægri vaksnamannadeild sama leikdag. Víst verður annars til grein 9.

Stk. 3. Leikari sum ikki er fyltur 21 ár 1. januar í kappingarárinum, kann leika tveir dystir sama leikdag, tó er ikki loyvt leikara, sum byrjar inni í Meistaradeildini, at leika við U21 sama leikdag. Víst verður annars til grein 9.

Stk. 4. Fríggjadagur, leygardagur, sunnudagur og mánadagur verða roknaðir sum ein leikdagur, eins og týsdagur, mikudagur og hósdagur verða roknaðir sum ein leikdagur.

Stk. 5. Ein leikari kann í mesta lagi umboða eitt felag í somu steypakapping sama ár.

Stk. 6. Luttekur felag við meira enn einum liði í somu deild, verður flyting av leikara at fara fram á sama hátt sum millum hægri og lægri deild. Liðini skulu tá nevnast í bókstavarøð, soleiðis at A-liðið verður at rokna sum tann hægra deildin og B-liðið sum tann lægra deildin, og verður hildið soleiðis fram alt eftir, hvussu nógv lið luttaka í somu deild.

Stk.7. Ásetingarnar í hesi grein fevna eisini um eykaleikara, sum kemur inn í dysti. Eykaleikari, sum ikki kemur inn í dysti, verður ikki roknaður at hava leikt dyst.

Grein 9

Leikari kann ikki flyta frá hægri til lægri deild eftir at fjórðseinasti dystur er leiktur í lægri deildini kappingarárinum. Hetta umfatar ikki leikarar, sum koma undir grein 8, stk. 3 Tó er loyvt leikara, sum í kappingarárinum hevur leikt í mesta lagi 3 dystir í hægri deildini, at flyta niður í lægri deildina í hesum dystum samsvarandi ásetingunum í grein 8.

Grein 10

Eingin landskappingar- ella steypadystur má verða leiktur undir almennari guðstænastu, og um møguligt heldur ikki byrja fyrr enn ein tíma aftaná at slík guðstænasta er lokin.

Grein 11 (Luttøka í lands- og steypakappingum)

Kappingarnevndin ásetur gjøllari reglur viðvíkjandi tilmelding til luttøku í lands- og steypakappingunum.

Stk. 2. Tá feløgini hava boðað frá luttøku, leggur Kappingarnevndin kappingina til rættis.

Stk. 3. Luttøkugjaldið fyri hvørt luttakandi liðið verður ásett av Starvsnevnd FSF’s.

Stk. 4. Luttøkugjaldið skal vera aðalskrivstovu FSF’s í hendi ein mánað áðrenn kappingin byrjar, og felag sleppur ikki at luttaka í kappingini, fyrr enn peningurin er goldin.

Grein 12

Aðalskrivstovan kann loyva felagi at taka lið úr kappingini. Umsókn um hetta skal sendast skrivliga til aðalskrivstovu FSF’s.

Góðtekur aðalskrivstovan umsóknina, verða stig og mál strikað, um helvtin av leikumførunum ella færri eru leikt. Eru fleiri enn helvtin av leikumførunum leikt, verða stig og mál standandi og eftirfylgjandi dystir verða taptir 0-3.

Aðalskrivstovan ger úrskurð um, hvørjar avleiðingar tað skal hava fyri viðkomandi felag, undir hesum um viðkomandi felag kemur undir sekt og hvørjar avmarkingar skulu verða galdandi fyri luttøku hjá viðkomandi felag í komandi kappingarári.

Stk. 2. Møtir lið uttan haldgóða orsøk ikki til ein ella fleiri dystir í lands- og steypakappingini, kann liðið verða koyrt úr kappingini.

Aðalskrivstovan ger úrskurð um, hvørjar avleiðingar tað skal hava fyri viðkomandi felag, undir hesum um viðkomandi felag kemur undir sekt og hvørjar avmarkingar skulu verða galdandi fyri luttøku hjá viðkomandi felag í komandi kappingarári.

Eru helvtin ella færri leikumfør leikt verða stig og mál strikað. Eru fleiri enn helvtin av leikumførunum leikt, verða stig og mál standandi og eftirfylgjandi dystir verða taptir 0-3.

Kappingarnevndini verður heimilað at gera vegleiðingar hesum viðvíkjandi.

Grein 13 (Loyvisgóðkenning)

Felag, sum sambært teimum reglum, sum eru ásettar sambært grein 1 stk. 6, fær noktað luttøkuloyvi í Meistaradeildini, verður flutt niður í 1. deild. Felagið er tá undantikið, at lúka loyvistreytirnar fyri luttøku í 1. Deild.

Stk. 2. Um felag verður flutt niður í 1. deild, sambært stk. 1, tá flytur felagið, sum endaði sum nr. 9 í Meistaradeildini undanfarna kappingarár upp í Meistaradeildina, tó treytað av, at felagið frammanundan hevur fingið játtað luttøkuloyvi, at gerast tiltaksfelag til Meistaradeildina sambært loyvisreglugerð sum ásett av Starvsnevndini.

Um felagið, sum endaði sum nr. 9 í Meistaradeildini undanfarna kappingarár ikki hevur fingið játtað luttøkuloyvi at gerast tiltaksfelag til Meistaradeildina, tá flytur felagið sum endaði sum nr. 10 í Meistaradeildini undanfarna kappingarár upp í Meistaradeildina, tó treytað av, at felagið frammanundan hevur fingið játtað luttøkuloyvi, at gerast tiltaksfelag til Meistaradeildina sambært loyvisreglugerð sum ásett av Starvsnevndini.

Stk. 3. Felag, ið verður flutt niður í 1. deild, sambært stk. 1, og sum frammanundan er umboðað í 1. deild flytur annað av liðunum niður í 2. deild. Er felagið frammanundan umboðað í 2. deild flytur annað av liðunum niður í 3. deild.

Stk. 4. Liðið sum flytur upp í Meistaradeildina skal lúka treytirnar fyri at luttaka í Meistaradeildini.

Stk. 5. Felag, sum sambært teimum reglum, sum eru ásettar sambært grein 1 stk. 6, fær noktað luttøkuloyvi í 1. deild, verður flutt niður í 2. deild.

Stk. 6. Um felag verður flutt niður í 2. deild, sambært stk. 5, verður niðurflytingin úr 1. deild frá árinum fyri, strikað. Verða fleiri enn eitt felag flutt niður í 2. deild, flytur tað felagið upp, sum árið fyri gjørdist ovast í 2. deild eftir at uppflyting var farin fram o.s.v.

Er felag frammanundan umboðað í 1. deild, verður nr. 2 ella 3, o.s.v. at flyta upp í staðin.

Stk. 7. Felag, ið verður flutt niður í 2. deild, sambært stk. 5, og sum frammanundan er umboðað í 2. deild flytur annað av liðunum niður í 3. deild.

Stk. 8. Liðið sum flytur upp í 1. deild skal lúka treytirnar fyri at luttaka í 1. deild.

Grein 14

Um limafelag hjá FSF, ella onnur løgfrøðislig eind sum rekur virksemið fyri viðkomandi felag, boðar skiftirættinum frá gjaldssteðgi ella letur skiftirættinum áheitan um trotabúarviðgerð sambært konkurslógini, verður fremsta mansliðið hjá viðkomandi felag trekt við 3 stigum. Frátøkan av stigum fær virkna frá 1. leikumfari aftaná at fráboðanin er innlatin til skiftirættin. Verður fráboðan um gjaldssteðg ella áheitanin um trotabúarviðgerðlatin skiftirættinum millum tvey kappingarár, byrjar liðið við minus 3 stigum.

Stk. 2. Staðfestur skiftirætturin samsvarandi konkurslógini eina neyðskuldarsemjufyri eitt limafelag, ella aðra løgfrøðisliga eind, sum rekur virksemið fyri viðkomandi felag, verður fremsta mansliðið hjá viðkomandi felag trekt við 6 stigum við virkna frá 1. leikumfari aftaná avgerðina hjá skiftirættinum. Verður neyðskuldarsemjanstaðfest millum tvey kappingarár, byrjar liðið við minus 6 stigum.

Stk. 3. Um skiftirætturin tekur avgerð um trotabúarviðgerð yvir eitt limafelag hjá FSF ella aðra løgfrøðisliga eind, sum rekur virksemið fyri viðkomandi felag, verður fremsta mansliðið hjá felagnum flutt 2 deildir niður í mun til tað støðu, sum vildi verið úrslitið, um sæð verður burtur frá virknaðinum av hesi reglu og møguligum øðrum serstøkum flytingum.

  1. Um limafelag við sáttmálum verður rakt av trotabúarvigerð verður fremsta mansliðið beinvegin koyrt úr kappingini, Úrslit sum liðið hevur fingið, verða standandi, meðan dystir sum eftir eru at leika verða stigaroknaðir við málmuninum 3-0 til mótstøðuliðið.
    1. Um viðkomandi felag luttekur í steypakappingini, verður liðið eisini koyrt úr hesi kapping, alt við somu avleiðing sum nevnd undir litra 1.
    1. Verður trotabúarviðgerð staðfest millum tvey kappingarár, verður niðurflytingin framd frá teirru støðu sum felagið hevði leikt seg til við endan av seinasta kappingarári.
    1. Niðurflyting og møgulig úrkoyring úr steypakappingini fer fram, sjálvt um trotabúgvið roynur at reka virksemið hjá felagnum fyribils víðari, ella um ítróttarliga virksemið hjá trotabúnum verður yvirtikið av eini aðrari løgfrøðisligari eind, uttan at viðkomandi løgfrøðisliga eind eisini yvirtekur skuldina hjá trotabúarrakta felagnum.

Stk. 4. Tá skriftirætturin hevur tikið avgerð um húsagang, missur limafelagið av sær sjálvum rættin til at styrkja seg við leikarum. Felagið ella onnur løgfrøðislig eind, sum rekur part av virkseminum fyri felagið, sum er rakt av húsagangi, (eisini møguligur eftirkomari sambært stk. 3, litra 4, sum bara yvirtekur og víðariførir fótbóltsvirksemi hjá húsagangsrakta limafelagnum og ikki eisini yvirtekur skuldina) kann í fyrsta lagi fáa loyvi at styrkja seg við leikarum, tá eitt ár er umliðið frá endanum av tí árinum, tá húsagangurin varð staðfestur.

Stk. 5. Starvsnevnd FSF’s kann takað avgerð um, at tað heilt ella partvíst kann síggjast burtur frá ávirkanini av trotabúarviðgerðinisum nevnd er í stk. 3, um trotabúarviðgerðin verður tikin aftur áðrenn 30. mars, rokna frá at trotabúarviðgerð er byrja aftaná 15. oktobur árið frammanundan.

Stk. 6. Í sambandi við frátøku av stigum, niðurflyting eins og møguliga úrkoyring úr steypakappingini hjá limafelag samsvarandi stk. 1 til 5, sum møguliga luttekur í fleiri deildum, kann Starvsnevnd FSF eftir eini ítøkiligari meting taka avgerð um, hvørjar deildir skulu verða raktar av ásetingunum í hesum reglum.

Stk. 7. Ásetingarnar í stk. 1 – 6 eru eisini galdandi fyri aðrar løgfrøðisligar eindir, sum reka virksemið fyri eitt limafelag hjá FSF.

Stk. 8. Um so er at limafelag hjá FSF fráboðar gjaldssteðg til skiftirættin ella biður skiftirættin um trotabúarviðgerð skal hetta samstundis fráboðast FSF. Verður eitt uppskot um neyðskuldarsemju staðfest av skiftirættinum sum nevnt undir stk. 2, ella tekur skiftirætturin avgerð um trotabúarviðgerð sambært stk. 3 skal eisini hetta beinanvegin fráboðast FSF.

Grein 15 (Loyvisbrøv v.m.)

Fyri at leikari kann luttaka í lands- og steypakappingini, skal leikari uppfylla hesar treytir:

a) Leikari, sum av fyrstan tíð byrjar at leika fótbólt fyri ávíst felag, skal av viðkomandi felag tilmeldast leikaraskráseting FSF’s. Tá felagið hevur skrásett leikaran í leikaraskráseting FSF’s, er leikarin at meta sum lógligur leikari hjá viðkomandi upprunafelag til upprunafelagið leysgevur leikaran til annað felag.

b) Um leikari flytir frá einum felag til annað ella kemur úr útlandinum til Føroya, skal loyvisbræv leikarans flytast umvegis leikaraskráseting FSF’s.

Stk. 2. Allar skrásetingar av leikarum skulu gerast í leikaraskráseting FSF’s sambært ásetingunum í stk. 1.

Stk. 3. Tá leikari er skrásettur í leikaraskráseting FSF’s sambært stk. 1 a) ella loyvisbrævið leikarans er flutt og rætt skrásett hjá nýggja felagnum í leikaraskráseting FSF’s, er hann at meta sum lógligur leikari.

Grein 16

Skráseting og loyvisbræv er í gildi, til felagið, ið leikarin er skrásettur hjá frámeldar leikaran í leikaraskráseting FSF’s.

Grein 17

Felag sum skal hava ein leikara frá øðrum føroyskum felag, skal umbiðja loyvisbræv leikarans umvegis leikaraskráseting FSF’s. Saman við hesari umbøn skal fylgja váttan frá viðkomandi leikara ella, um hann er ómyndugur, verja leikarans.

Stk. 2. Aðalskrivstovan kann áseta nærri reglur um innlatan av umsókn og frávik hesum viðvíkjandi.

Stk. 3. Flyting av leikara, sum ikki er fyltur 15 ár 1. januar í kappingarárinum, kann fara fram frá 1.januar til og við 31.august í kappingarárinum. Leikari skal tó hava havt leikaraloyvi fyri eitt felag í minsta lagi 30 dagar, áðrenn nýggj flyting kann fara fram.

Flytingar av leikarum, sum eru fyltir 15 ár 1. januar í kappingarárinum, kunnu einans fara fram samsvarandi kunngerð um flytingarglugga sambært stk. 4.

Stk. 4. Flytingargluggin er nærri ásettur í Leikarareglugerðini hjá FSF.

Stk. 5. Kappingarnevndin kann í heilt serligum førum loyva frávik frá stk. 3, tá talan er um flyting av málmonnum ella sáttmálabundnum leikarum, hvørs felag er farið á húsagang ella missir luttøkuloyvi. Somuleiðis kann Kappingarnevndin sambært rundskriv frítaka ávísar deildir frá hesum reglum.

Stk. 6. Feløg kunnu gera avtalu um leigu av leikara til annað felag, uttan at møguligur leikarasáttmáli nýtist at fara úr gildi. Slík avtala má ikki stríða ímóti ásetingunum í stk. 3 og 4 ella øðrum ásetingum givnar við heimild í hesi reglu.

Stk. 7. Aðalskrivstovan kann áseta avgreiðslugjald fyri at skráseta og flyta leikarar uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Grein 18

Felagið, leikari hevur leikað fyri, kann nokta leikara at flyta til annað felag sama kappingarár, um so er, at felagið metir, at peningalig ella onnur felagslig áhugamál binda leikaran. Er talan um gamalt limagjald, so er tað tó bert limagjald fyri eitt kappingarár, sum kann geva felagnum møguleika at nokta fyri flyting.

Stk. 2. Felagið, sum noktar leikara at flyta sambært grein 18, stk. 1, skal lata sítt mótmæli til Aga- og etiskunevndina, sum síðan eftir vanliga hoyringsmannagongd av pørtunum ger úrskurð í málinum.

Í mótmælinum skal grundgevast fyri, hví felagið noktar leikaranum at flyta. Mótmælið skal vera Aga- og etiskunevndini í hendi 8 dagar aftaná at umbønin um flyting er komin felagnum í hendi.

Grein 19 (Útlendskir leikarar)

Fyri at nýta útlendskan leikara skal viðkomandi felag hava loyvisbræv at nýta viðkomandi leikara í føroysku lands- og steypakappingini.

Stk. 2. Sum útlendskur leikari verður roknaður persónur, ið ikki hevur fast tilknýti til Føroyar, og sum ikki hevur havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini frammanundan, at umsókn um loyvisbræv verður latin skrivstovu FSF’s.

Stk. 3. Feløg kunnu bert fáa loyvisbræv til útlendskar leikarar til at leika í kappingini í Meistaradeildini, 1., 2., og 3. deild menn og 1. og 2. deild kvinnur fyri kappingarárið, um umsókn um hetta verður latin skrivstovu FSF’s innanfyri teir tíðarkarmar sum verða settir av Kappingarnevndini sambært grein 17 stk. 4.

Í umsóknini skal upplýsast og leggjast við:

a) navn,

b) føðidagur,

c) bústaður hjá leikara,

d) bústaður á útlendska felagnum hann leikar fyri,

e) avrit av gildugum arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, og

f) váttan frá føroyska fólkayvirlitinum um at leikarin er skrásettur í føroyska fólkayvirlitinum sum fluttur til Føroya.

Í hinum deildunum kann felag fáa loyvisbræv til útlendskan leikara, tá viðkomandi leikari er skrásettur í fólkayvirlitinum sum fluttur til Føroya, og leysgivin av útlendska fótbóltssambandinum.

Stk. 4. Norðurlendingar eru ikki fevndir av skylduni at lata inn avrit av arbeiðs- og uppihaldsloyvi sambært stk. 3 e, og hava bert skyldu til at lata inn váttan frá føroyska fólkayvirlitinum sambært stk. 3 f, um teir skulu vera í Føroyum í meira enn 6 mðr.

Stk. 5. Útlendskur leikari skal verða leysgivin frá tí útlendska fótbóltssambandinum, og skal váttan um hetta fyriliggja á skrivstovu FSF´s, áðrenn loyvisbræv kann váttast í leikaraskráseting FSF’s.

Stk. 6. Loyvisbræv til útlendskan leikara fer sjálvvirkandi úr gildi sama dag, sum arbeiðs- og uppihaldsloyvi gongur út.

Stk. 7. Lið, ið luttekur í føroysku lands- og steypakappingini, hevur loyvi til at nýta í mesta lagi 4 útlendskar leikarar í einum dysti, tó eru bæði útlendskir leikarar, sum burturav hava havt spæliloyvi at leika í Føroyum í minsta lagi í 3 fylgjandi kappingarár, og sum hereftir 4. kappingarárið á rað søkjur um spæliloyvi, og norðurlendingar, ikki fevndir av hesi áseting.

Grein 20

Føroyingur, sum hevur fastan bústað uttanlands, kann fáa loyvisbræv til at leika sum yrkisleikari í Føroyum, tá váttan frá útlendska fótbóltssambandinum fyriliggur um, at viðkomandi leikari er leysgivin til Føroya, og flytingin fer fram samsvarandi áseting um flytingarglugga í grein 17, stk. 4.

Grein 21 (Vøllurin)

Øll ítróttarøki, ið verða nýtt í føroysku lands- og steypakappingini, skulu vera góðkend av aðalskrivstovuni sambært Vallarreglugerð FSFs.

Grein 22 (Dómarar og hjálpardómarar)

Feløgini hava ábyrgd av tilgongd av dómarum og hjálpardómarum og at hesir taka neyðug prógv.

Stk 2. Dómaranevndin ásetur, hvussu nógvar dómarar og hjálpardómarar ymsu feløgini í minsta lagi skulu tilmelda.

Grein 23

Dómaranevndin hevur hægsta myndugleika í øllum spurningum um góðkenning av dómarum og hjálpardómarum.

Stk. 2. Starvsnevnd FSF’s velur dómaranevndina.

Grein 24

Tað felag, sum hevur heimavøll, hevur ábyrgdina av vælferð dómaranna og hjálpardómaranna bæði undan, undir og eftir dystin.

Stk. 2. Felagið skal ansa eftir, at eingin áskoðari órógvar ella sýnir óhøviskan atburð móti dómara, hjálpardómara ella leikara.

Stk. 3. Tá ið dystur verður leiktur, má eingin koma inn á vøllin uttan við serligum loyvi frá dómaranum.

Grein 25

Stk. 1. Dómaraumsitingin setur dómarar og hjálpardómarar til dystir í Meistaradeildini hjá monnum, 1. og 2. Deild hjá monnum, U21 menn og Meistaradeildini hjá kvinnum, sambært teimum avgerðum og mannagongdum sum Dómaranevndin í FSF samtykkir. Í øðrum deildum setur heimafelagið dómarar og hjálpardómarar, ið skulu verða góðkendir av Dómaranevndini, at døma dystin.

Stk. 2. Í dystum har Dómaraumsitingin ásetur dómarar, hjálpardómarar og møguliga fjórða dómara, skulu hesir vera uttanveltaðir, tvs. ikki vera limir í nøkrum av luttakandi feløgunum. Í serligum førum kann Dómaraumsitingin geva undantak.

Stk. 3. Dómarar, hjálparadómarar og fjórði dómari skulu virka á professionellan og rættvísan hátt. Ikki er loyvt hesum persónskara at taka ímóti gávum ella øðrum líknandi veitingum í sambandi við dystaravgreiðslu ella í øðrum sambandi og øðrum støðum sum ger, at spurnatekin kann setast við óheftni.

Stk. 4. Dómarar, hjálparadómarar og fjórði dómari hava ikki loyvi til at spæla (vedda) uppá dystir og kappingar, sum dómarabólkurin er partur av. Heldur ikki er loyvt at fáa onnur at spæla fyri seg.

Stk. 5. Dómarar, hjálparadómarar og fjórði dómarar, sum meta seg hava verið fyri mutri ella mutursroynd, skulu beinanvegin skrivliga boða Dómaraleiðaranum í FSF frá um hendingina.

Grein 26

Starvsnevndin ásetur samsýningina til dómarar, hjálpardómarar og eygleiðarar, ið verða útnevndir.

Stk. 2. FSF rindar í fyrsta umfari samsýningina til teir dómarar, sum verða settir at døma av Dómaranevndini. Feløgini endurrinda FSF fyri dómarasamsýningina. Verður gist rindar FSF fyri gisting eftir nærri avtalu millum dómaratríbólkin og Dómaranevndina.

Grein 27

Dómari sum ikki fær møtt upp til dystarbyrjan til ásettan dyst í Meistara-, 1., 2. Deild hjá monnum, U21 menn ella Meistaradeildina hjá kvinnum, kann í serligum førum útseta dystin í upp til 1 tíma. Um dómarin metir at tørvur er á at útseta dystin í meira enn 1 tíma, so skal avgerð um hetta takast í samráð við feløgini, og dómarin skal beinanvegin fráboða hesa avgerð til kappingarleiðaran í FSF. Um partarnir ikki finna semju um at útseta dystin, ásetur aðalskrivstovan nýggjan dyst.

Stk. 2. Aðalskrivstovan ger úrskurð um, hvørja avleiðing vantandi uppmøting skal hava fyri dómara og tað felag, hann umboðar.

Stk. 3. Í hinum deildunum ásetur heimafelagið nýggjan dyst um dómarin ikki er møttur. Fráboðan um hetta skal beinanvegin gevast aðalskrivstovuni, sum undir serligum umstøðum kann nokta at flyta dystin sum annars ásett av heimafelagnum.

Grein 28 Dómaraseðil og leikaralisti

Dómaraseðil og leikaralisti verða skrásettir umvegis skrásetingarskipan FSF’s.

Felag hevur ábyrgdina av at fylla út leikaralista í skrásetingarskipan FSF’s áðrenn dyst. Leikaralistin skal verða innlatin sambært tíðarfreistunum í Stevnu FSF’s.

Í teimum deildum, har FSF setur dómarar, váttar dómarin leikaralistan umvegis skrásetingarskipan FSF’s.

Stk. 2. Á leikaralistanum skulu standa allir leikararnir við sama nr. sum troyggjan hevur, tó í mesta lagi 18 leikarar fyri hvørt felag.

Dómaraseðilin skal innihalda navn á leiðarum, venjarum, og øðrum ábyrgdarfólkum, sum hava samband við dystin. Tað er loyvt at hava 7 ábyrgdarfólk á útskiftingarbonkinum.

Stk. 3. Eftir leikbyrjan er bert loyvt at skráseta skotin mál, úrslit, skiftingar, ávaringar, útvísingar og viðmerkingar.

Stk. 4. Dómaraseðilin skal avgreiðast av dómaranum umvegis skrásetingarskipan FSF’s. Skrásetingin skal vera framd í seinasta lagi 2 tímar eftir dystin. Hetta er galdandi fyri tær deildir, har FSF ásetur dómarar.

Fyri tær deildir, har heimafelagið ásetur dómarar, er tað heimafelagið ið hevur ábyrgdina av, at dómaraseðilin verður skrásettur í skrásetingarskipan FSF’s. Mánakvøld kl. 24:00 skulu allir dómaraseðlar frá inniverandi viku vera endaliga skrásettir og avgreiddir í skrásetingarskipan FSF’s.

Aðalskrivstovan ger úrskurð um, hvørjar avleiðingar tað skal hava fyri viðkomandi felag, um dómaraseðilin/leikaralisti ikki verður skrásettur rætt og rættstundis í skrásetingarskipan FSF’s.

Kappingarnevndini er heimilað at gera reglugerð hesum viðvíkjandi.

Grein 28a (Tal av leikaraskiftingum)

Á dómaraseðlinum skulu standa allir leikararnir, tó í mesta lagi 18 leikarar fyri hvørt felag, tvs. at tað í mesta lagi er loyvt at hava 7 eykaleikarar.

Í Meistaradeildini hjá kvinnum og monnum, í 1. deild og 2. deild hjá monnum umframt í steypakappingunum hjá kvinnum og monnum, er bert loyvt við trimum steðgum fyri hvørt lið. Í hesum trimum steðgum kann hvørt lið gera í alt fimm útskiftingar. Hálvleikurin verður ikki roknaður í áður nevndu steðgir.  

Um ein dystur verður avgjørdur við hjálp av longdari leiktíð (tvs. umdysti) er loyvt at nýta eina eyka útskifting. Hetta óansæð um allar fimm skiftingarnar eru framdar ella ikki. Liðini fáa ein eyka steðg til skiftið. Harafturat kunnu liðini gera skiftið áðrenn umdysturin byrjar og/ella í hálvleikinum av longdu leiktíðini (umdystinum).

Grein 29 (Bólturin)

Kappingarnevndin ásetur í reglugerð støddina á bólti, sum skal nýtast í ymsu deildunum. Tað liðið, sum leikar á heimavølli, skal útvega bólt og tiltaksbóltar.

Grein 30 (Búnar)

Hvørt liðið skal hava serligan búna. Eru búnarnir so líkir, at dómarin heldur tað vera ringt at skilja teirra millum, skal útiliðið skifta búna. Leika bæði liðini á útivølli, skal tað liðið, ið er síðst nevnt skifta búna.

Stk. 2. Dómari og hjálpardómarar skulu vera í búna, sum líkist frá búnum leikaranna.

Stk. 3. Hvør leikari skal hava sjónligt nummar á rygginum, og skal hetta í hædd ikki vera lægri enn 25 cm. Um leikari eisini hevur nummar á brókum, skal tað verða tað sama sum á rygginum.

Liðskiparabandið skal vera einlitt, og kann hava bókstavirnar C, L ella orðið ”Captain”/liðskipari” á, ella eitt liðskiparaband, ið er góðkent av Aðalskrivstovuni.

Stk. 4. Um leik- ella venjingarbúni hevur lýsing, skulu hesar lúka treytir, Starvsnevnd FSF’s ásetir í reglugerð. Tað er ikki loyvt dómara ella hjálpardómara at hava lýsing á dómarabúnum teirra, uttan at hetta er góðkent av Dómaranevndini frammanundan.

Grein 31 (Heimavøllur/Útivøllur)

Í lands- og steypakappingini hevur fyrst úttikna liðið heimavøll.

Stk. 2. Møtast tvey lið í lands- og steypakappingini, og leiktur verður ein hálvfinalu- ella finaludystur verður lutakast og eigur fyrst trekta liðið heimavøll.

Grein 32 (Dysturin)

Eingin dystur má byrja við færri enn 7 leikarum á hvørjum liði. Eru liðini ikki fullmannað 15. min. aftaná leikbyrjan, kann dómarin slíta dystin.

Stk. 2. Um dysturin verður slitin, skal dómarin beinanvegin geva aðalskrivstovu FSF’s skrivliga fráboðan um hetta. Aðalskrivstovan ger úrskurð í málinum og kann avgera, at tað liðið, ið ikki var fullmannað, skal tapa dystin.

Grein 33

Dystur í lands- og steypakappingini skulu verða avgreiddir samsvarandi hesum kappingarreglum og ta til hvørja tíð galdandi STEVNU, sum FSF ásetur og sum verður lýst áðrenn kappingarbyrjan.

Stk. 1 Aðalskrivstovan hevur heimild at áseta klokkutíð fyri dystarbyrjan.

Stk. 2. Í teimum førum, har klokkutíð ikki er ásett av Aðalskrivstovuni, skal heimaliðið  áseta dystartíðina í skrásetingarskipanini hjá FSF. Ásett dystartíð kann ikki broytast innan tríggjar dagar undan dystinum, uttan at hetta er samtykt av bæði útiliðinum og dómarunum. Heimaliðið skal tryggja, at alt er í lagið til dystin.

Grein 34

Dómarin kannar eisini eftir, um alt er í lagi, áðrenn dystur byrjar.

Stk. 2. Um dómarin heldur, at vøllurin er í slíkum standi, at at tað kann vera vandamikið at leika á honum, kann hann gera av, at dysturin ikki skal verða leiktur. Dómarin kann, í samráð við liðskipara, steðga dysti, ið verður leiktur, orsakað av vánaligum líkindum ella øðrum serligum hendingum kring vøllin. Dysturin kann í mesta lagi verða útsettur í ein tíma. Fráboðan um hetta skal beinanvegin gevast Aðalskrivstovuni, sum ásetur hvørt talan verður um nýggjan dyst, uppafturtøku av dysti, ella um úrslitið í avblásta dystinum verður endaligt.

Kappingarnevndini er heimilað at gera reglugerð hesum viðvíkjandi.

Stk. 3. Dómarin kann somuleiðis nokta at seta dyst í gongd ella steðga dysti, ið verður leiktur, um so er, at vøllurin ikki er merktur, málnetini ikki eru heil v.m. og um vøllurin annars ikki lýkur tey krøv, sum nevnd eru í Vallarreglugerðini.

Stk. 4. Heimafelagið hevur ábyrgdina av, at vøllurin lýkur krøv FSF´s.

Grein 35

Allir dystir skulu byrja til ásettu tíðina. Aðalskrivstovan kann undir serligum umstøðum áseta hvønn klokkutíma, dysturin skal byrja, hóast heimafelagið hevur ásett aðra tíð sambært grein 33 stk. 2. Aðalskrivstovan skal geva báðum feløgunum og dómaranum boð um hetta. Somuleiðis kann Aðalskrivstovan áseta klokkutíðir til meistaradeildina hjá kvinnum og monnum umframt í steypakappingi hjá kvinnum og monnum. Eisini kann aðalskrivstovan áseta, at allir dystir í seinastu umførunum í eini deild skulu byrja samstundis.

Stk. 2. Um lið uttan haldgóða orsøk ikki møtir til tíðina, ella í seinasta lagi 15 minuttir eftir, at dysturin skuldi byrja, tapir viðkomandi lið dystin, soleiðis at møtta liðið fær 3 stig við málmuninum 3-0. Dómarin skal beinanvegin geva aðalskrivstovuni fráboðan um hetta, sum síðani ger úrskurð í málinum samsvarandi grein 12, stk. 2.

Stk. 3. Sama er galdandi um lið við leikbyrjan noktar at leika uttan haldgóða grund ella noktar at halda fram, til dystur er lógliga lokin.

Stk. 4. Lið, sum ikki møtir upp til annan hálvfinalu- ella finaludystin, tapir báðar dystirnar við málmuninum 0-3.

Grein 36

Vunnin dystur gevur 3 stig. Javnleikur 1 stig.

Grein 37

Heimilað verður Kappingarnevndini at áseta nærri reglur um leikbann av leikarum, venjarum og leiðarum, um útvísing ella burturvísing í kapping ella dysti í og uttan fyri Føroyar, um óhøviskan atburð ella málburð í samband við dyst, venjing ella venjingardyst.

Grein 37a

Ber leikari, venjari ella leiðari seg so ósømiliga at á leikvølli, at dómarin má reka hann úr leiki (reytt kort), skal dómarin skrivliga siga aðalskrivstovuni frá hesum, og skal aðalskrivstovan nokta slíkum leikara, venjara ella leiðara at luttaka í kapping í ásetta tíð.

Er talan um dreingjaleikara, ið leikar í bæði U17 og U21, fær viðkomandi leikbann í teirri deild hann varð rikin úr leiki. Um leikari fær leikbann á meira enn tríggjar dystir, er leikbanni galdandi fyri allar deildirnar, sum leikarin annars kundi leikt lógliga í.

Er talan um dreingjaleikara, ið leikar í bæði U17- og vaksnamannadeild og U21 og vaksnamannadeild, fær viðkomandi leikbann í teirri deild hann varð rikin úr leiki. Men um leikari fær leikbann á meira enn tríggjar dystir, er leikbannið galdandi fyri allar deildirnar, sum leikarin annars kundi leikt lógliga í.

Er talan um gentuleikara, ið leikar í bæði U13 og U16, fær viðkomandi leikbann í teirri deild hann varð rikin úr leiki. Um leikari fær leikbann á meira enn tríggjar dystir, er leikbanni galdandi fyri allar deildirnar, sum leikarin annars kundi leikt lógliga í.

Er talan um gentuleikara, ið leikar í bæði U16- og vaksnamannadeild, fær viðkomandi leikbann í teirri deild hann varð rikin úr leiki. Men um leikari fær leikbann á meira enn tríggjar dystir, er leikbannið galdandi fyri allar deildirnar, sum leikarin annars kundi leikt lógliga í.

Er talan um leikara, sum er fevndur av § 8 stk. 2 ella § 8 stk. 3 í kappingarreglunum, og sum verður leikbannaður í vaksnamannadeild, verður leikarin leikbannaður fyrst komandi dyst/dystir í øllum dystum í vaksmannadeildini, sum hann annars lógliga kundi luttikið í.

Um leikari verður rikin úr leiki meira enn 3. ferðir í somu deild (reytt kort) í einum kappingarári, so gevur hvørt reytt kort eftir tað, í minsta lagið leikbann á 2 dagar. Tá talan er um leikara í U17 dreingir, U21 dreingir, U16 gentir, so eru allar vaksnamannadeildirnar at roknað sum ein deild.

Stk. 2. Dómarin skal skrivliga boða aðalskrivstovuni frá teimum ávaringum (gult kort) ið givnar verða.

Tá leikari hevur fingið 3 gul kort, fær hann 1 dag leikbann.

Tá leikari harnæst hevur fingið 2 gul kort, fær hann 1 dag leikbann.

Tá leikari harnæst hevur fingið 2 gul kort, fær hann ein dag leikbann. Hvørt gult kort givið eftir hetta, gevur leikbann á ein dag. Leikbann eftir hesi reglu eru galdandi frá fyrst komandi leikdegi.

Tá venjari ella leiðari hevur fingið 3 gul kort, fær hann 1 dag leikbann.

Tá venjari ella leiðari harnæst hevur fingið 2 gul kort, fær hann 1 dag leikbann. Hvørt gult kort givið eftir hetta, gevur leikbann á ein dag. Leikbann eftir hesi reglu eru galdandi frá fyrst komandi leikdegi.

Stk. 3. Galdandi fyri Meistaradeildina og 1. deild menn:

Tá leikari hevur fingið 4 gul kort, fær hann 1 dag leikbann.

Tá leikari harnæst hevur fingið 3 gul kort, fær hann 1 dag leikbann.

Tá leikari harnæst hevur fingið 2 gul kort, fær hann 1 dag leikbann.

Tá leikari harnæst hevur fingið 2 gul kort fær hann ein dag leikbann. Hvørt gult kort givið eftir hetta, gevur leikbann á ein dag. Leikbann eftir hesi reglu eru galdandi frá fyrst komandi leikdegi.

Stk. 4. Galdandi fyri steypakappingar:

Tá leikari, venjari ella leiðari hevur fingið 2 gul kort, fær hann 1 dag leikbann.

Stk. 4.b. Áðrenn fyrru hálvfinaluna í steypakappingini verða øll gul kort strikað, hetta er eisini galdandi, um bert ein hálvfinaludystur verður leiktur.

Stk. 5. Givnar ávaringar føra við sær leikbann fyri viðkomandi leikara í teirri deild hann hevur fingið ávaringina. Ávaringar givnar í steypakappingum eru bert galdandi fyri dystir í steypakappingini, eisini tá talan er um reytt kort vegna tvær ávaringar í sama dysti. Ávaringar givnar í landskappingini eru bert galdandi fyri dystir í landskappingini, eisini tá talan er um reytt kort vegna tvær ávaringar í sama dysti.  Hetta leikbann verður at yvirsita í steypakappingini sama ár. Um liðið er úti av steypakappingini, verður leikbann at sita av fyrstkomandi landskappingardyst. Um lands- og steypakappingin er liðug, verður leikbann at yvirsita fyrstkomandi dyst/dystir.

Tó er leikara ikki loyvt at leika í lægri deild enn henni, sum hann er leikbannaður í, samstundis sum hann situr yvir leikbann í hægri deild, orsakað av givnum ávaringum, undantikið um lægra deildin hevur leikt dyst í millumbilinum.

Grein 38

Nýtir dómari rætt sín til at slíta leik ella reka leikara úr leiki sambært grein 37a, stk. 1, skal hann skrivliga boða aðalskrivstovuni frá hesum og í frágreiðing sínari greiða frá, hví hann gjørdi so. Aðalskrivstovan ger annars úrskurð um, hvørja avleiðing brotið ella tilburðurin skal hava fyri viðkomandi lið og tað felag leikarin umboðar. Sama er galdandi viðvíkjandi møguligum brotum, ið verða framd móti grein 24.

Grein 39 (Steypakappingar)

Heimilað verður Kappingarnevndini, at áseta nærri reglur fyri steypakappingar.

Grein 40 (Brot og kærur)

Kærur um brot á hesar reglur skulu viðgerast samsvarandi teirri til eina og hvørja tíð galdandi aga- og etiskureglugerð FSF’s.

Grein 41

Verður lið dømt at tapa dyst, verður málmunurin 0-3 roknaður.

Grein 42

Leikt verður um steyp í landskappingini í 10 ár.

Steypið ognast tí felag, ið hevur vunnið tað flestu ferðirnar hesi árini.

Stendur á jøvnum millum fleiri feløg, verður hildið fram við kappingini, til eitt felag hevur vunnið fleiri ferðir enn nakað annað felag.

Grein 43 (Gildiskoma)

Hesar kappingarreglur koma í gildi 24. februar 2025.

Soleiðis samtykt á aðalfundi FSF’s tann: 3. mars 2007 og við broytingum á aðalfundi FSF’s tann, 1. mars 2008, 21. februar 2009, 27. februar 2010, 26. februar 2011, 18. februar 2012, 15. februar 2014, 14. februar 2015, 13. februar 2016, 18.februar 2017, 17.februar 2018, 16.februar 2019, og við broytingum av Starvsnevnd FSF’s 6. mars 2020, 22. februar 2022, 27. februar 2023 og 24 februar 2025.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.