Kappingarreglur fyri steypakappingar

Menn, kvinnur, U21, U17 dreingir, U16 gentur, U15 dreingir, U13 gentur og U13 dreingir

Henda reglugerð er ásett av Starvsnevndini í Fótbóltsambandi Føroya (FSF) við heimild í grein 37, litra i í lógum FSF´s.

 

Grein 1.

Í kappingini um Løgmanssteypið luttaka lið úr Meistaradeildini, 1. deild, 2. deild og 3. deild hjá monnum. Tó kann felag, ið hevur lið í fleiri av nevndu deildum, bert luttaka við einum liði.

Í steypakappingini hjá kvinnum luttaka lið úr Meistaradeildini og 1. deild hjá kvinnum. Tó kann felag, ið hevur lið í fleiri av nevndu deildum, bert luttaka við einum liði.

Í lægru steypakappingini hjá kvinnum luttaka lið úr lægra bólkinum í endaspælinum í Meistaradeildini og 1. deild hjá kvinnum. Tó luttaka lið ikki, sum spæla seg í hálvfinalurnar í vanligu steypakappingini hjá kvinnum Tó kann felag, ið hevur lið í fleiri av nevndu deildum, bert luttaka við einum liði.

Í steypakappingini hjá U21 dreingjum luttaka lið úr landskappingini hjá U21 dreingjum. Tó kann felag, ið hevur fleiri lið í deildini, bert luttaka við einum liði.

Í steypakappingini hjá U17 dreingjum luttaka lið úr landskappingini hjá U17 dreingjum. Tó kann felag, ið hevur fleiri lið í deildini, bert luttaka við einum liði.

Í steypakappingini hjá U15 dreingjum luttaka lið úr landskappingini hjá U15 dreingjum. Tó kann felag, ið hevur fleiri lið í deildini, bert luttaka við einum liði.

Í steypakappingini hjá U16 gentum luttaka lið úr landskappingini hjá U16 gentum. Tó kann felag, ið hevur fleiri lið í deildini, bert luttaka við einum liði.

Í steypakappingini hjá U13 dreingjum luttaka lið úr landskappingini hjá U13 dreingjum. Tó kann felag, ið hevur fleiri lið í deildini, bert luttaka við einum liði.

Í steypakappingini hjá U13 gentum luttaka lið úr landskappingini hjá U13 gentum. Tó kann felag, ið hevur fleiri lið í deildini, bert luttaka við einum liði.

Grein 2.

Tey leikandi mugu lúka somu treytir, sum galdandi eru fyri luttøku í landskappingini.

Grein 3.

Leikt verður soleiðis í steypakappingini hjá monnum og kvinnum:

  1. innleiðandi umfør (um neyðugt)
  2. 1. umfar (um neyðugt)
  3. 2. umfar (um neyðugt)
  4. Fjórðingsfinala
  5. 1. hálvfinala
  6. 2. hálvfinala
  7. Finala

FSF avgerð við lutakasti og møguligari styrkimetan í innleiðandi- ella 1. umfari, hvørji feløg skulu leika móti hvørjum øðrum. Lið ið tapir dyst í innleiðandi-, 1., 2. og fjórðingsfinaluumfari og samanlagt í hálvfinaludystum, fer úr kappingini.

Leikt verður soleiðis í hinum steypakappingunum:

  1. innleiðandi umfør (um neyðugt)
  2. 1. umfar (um neyðugt)
  3. 2. umfar (um neyðugt)
  4. Fjórðingsfinala
  5. Hálvfinala
  6. Finala

FSF avgerð við lutakasti, hvørji feløg skulu leika móti hvørjum øðrum. Lið ið tapir dyst í innleiðandi-, 1., 2. og fjórðingsfinaluumfari og í hálvfinaluni, fer úr kappingini.

Grein 4.

Menn, kvinnur og U21 dreingir leika 2×45 min.

U17 Dreingir leika 2×45 min.

U16 Gentur 2 x 40 min.

U15 Dreingir leika 2×40 min.

U13 Dreingir og Gentur leika 2×20 min.

Grein 5.

Stendur á jøvnum í dysti, sum skal avgerast, verður longd leiktíð.

Menn, kvinnur, og U21 og U17 dreingir leika 2×15 min. í longdari leiktíð.

U16 Gentur og U15 Dreingir spæla 2×10 min. í longdari leiktíð.

U13 Dreingir og Gentur leika 2×5 min. í longdari leiktíð.

Stendur framvegis á jøvnum eftir longda leiktíð, verður brotssparkskapping til ein vinnari er funnin.

Grein 6.

Hvar onki annað er tilskilað, eru tað tær til einhvørja tíð galdandi kappingarreglur FSF’s, ið eru galdandi.

Grein 7.

Leikt verður um steypið í 10 ár.

Steypið ognast tí felag, ið hevur vunnið tað flestu ferðirnar hesi árini.

Standa feløg á jøvnum eftir hesum tíðarskeiði, verður kappingin hildin fram so nógv ár, til felag hevur vunnið steypið fleiri ferðir enn nakað annað felag.

Grein 8.

Fótbóltssamband Føroya skipar fyri kappingini, og býta feløgini javnt millum sín inntøkur og útreiðslur, tó undantikið finaluna. Sí skjal á heimasíðu FSF’s.

Grein 9.

Møgulig kærumál kappingini viðvíkjandi verða skrivliga at senda Aga- og etiskunevndini sambært teimum reglum, sum ásettar eru í Aga- og etiskureglugerðini.

Samtykt av Starvsnevndini tann 10.02.2021

Stórsteypadystir (kvinnur og menn)

Grein 1.

Tveir stórsteypadystir verða leiktir, sum eru millum ávikavist føroyameistaran í Meistaradeildini hjá monnum og steypavinnaran hjá monnum, og millum føroyameistaran í Meistaradeildini hjá kvinnum og steypavinnaran hjá kvinnum, undanfarna kappingarár. Báðir dystirnir skulu verða leiktir, áðrenn lands- og steypakappingin byrjar hjá monnum og kvinnum.

Um sama felag hevur vunnið lands- og steypakappingina undanfarna kappingarár, so verður dysturin leiktur millum ávikavist føroyameistaran í Meistaradeildini hjá monnum og nr. 2 í Meistaradeildini hjá monnum, og millum føroyameistaran í Meistaradeildini hjá kvinnum og nr. 2 í Meistaradeildini hjá kvinnum, undanfarna kappingarár.

Grein 2.

Leikararnir skulu lúka somu treytir, sum eru galdandi fyri luttøku í landskappingini.

Grein 3.

Stendur dystur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður brotssparkskapping til vinnarin er funnin.

Grein 4.

Har onki annað er tilskilað, eru tað tær til einhvørja tíð galdandi kappingarreglur fyri fótbólt hjá FSF, ið eru galdandi.

Givnar ávaringar í stórsteypadystinum fella burtur eftir at dysturin er leiktur, meðan reyð kort, sum eru givin beinleiðis í stórsteypadysti, verða galdandi fyrstkomandi lands- ella steypakappingardyst.

Grein 5.

Leikt verður um steypið í 10 ár.

Steypið ognast tí felag, ið hevur vunnið tað flestu ferðirnar hesi árini.

Stendur á jøvnum millum fleiri feløg, verður hildið fram við kappingini, til eitt felag hevur vunnið fleiri ferðir enn nakað annað felag.

Grein 6.

Fótbóltssamband Føroya skipar fyri tiltakinum saman við Lions Club, sum fær avlopið at lata til vælgerandi endamál.

Grein 7.

Møgulig kærumál dystinum viðvíkjandi verða skrivliga at senda Aga- og etiskunevndini sambært teimum reglum, ið ásettar eru í Aga- og etiskureglugerðini.

Samtykt av Starvsnevndini tann 10.02.2021 og 24.02.2025.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.