Aðalfundarreglugerðin

Grein 1. Alment
Aðalfundurin er ein fundur, har allir limir regluliga koma saman. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki og lóggávuting í FSF. Aðalfundurin er bert viðtøkuførur, um hann er innkallaður á rættan hátt. Aðalfundurin kann skipast við uppmøting ella sum videofundur.

Stk. 2. Aðalfundurin skal verða skipaður í samsvar við grundreglurnar um umboðandi demokrati og skal hava atlit fyri týdningin av kynsligum javnrætti innan fótbólt, áhugamálini innan kvinnufótbólt og umboðan av áhugabólkum innan fótbólt.

Stk. 3. Ein aðalfundir kann vera vanligur aðalfundur ella eykaaðalfundur.

Stk. 4. Forsetin skal skipa fyri aðalfundinum í samvari við hesa reglugerð, viðtøkunum, og øðrum viðkomandi reglum.

Stk. 5. Starvsnevndin kann loyva luttøku av eygleiðarum (t.d. umboð fyri ÍSF), sum luttaka á aðalfundinum uttan talu- ella atkvøðurætt.

Stk. 6. Starvsnevndin kann loyva at fjølmiðlar fáa atgongd til at miðla frá aðalfundinum.

Stk. 7. Almenna málið á aðalfundinum er føroyskt.

Grein 2. Umboð og atkvøður
Hvør limur kann verða umboðaður á aðalfundinum við í mesta lagi 3 umboðum. Um ein limur er umboðaður á aðalfundinum við meira enn tveimum umboðum, tá skulu bæði kyn verða umboðaði.

Stk. 2. Umboðini mugu hoyra til limin sum tey umboða og mugu vera útnevnd ella vald av viðkomandi nevnd hjá liminum. Hetta skulu tey kunna prógva, verða tey biðin um tað.

Stk. 3. Hvør limur hevur eina atkvøðu á aðalfundinum. Limir, sum aktivt tóku lut í ítróttavirksemi hjá FSF í farna kappingarári, við í minsta lagi einum vaksnamannaliði (t.e. øll vaksnamannalið undantikið oldboys og oldgirls) og einum ungdómsliði (t.e. ikki vaksnamannalið og ikki oldboys og oldgirls), hava eina eyka atkvøðu á aðalfundinum.

Stk. 4. Bert limir, sum hava síni umboð tilstaðar hava rætt til at atkvøða. Luttøka á videofundi skal metast sum at vera tilstaðar. Atkvøðu við fulltrú ella við brævi er ikki loyvd. Tá ein aðalfundur verður hildin sum videofundur, er loyvt at atkvøða yvir alnetið.

Stk. 5. Limirnir í Starvsnevndini og aðalskrivarin skulu luttaka á aðalfundinum uttan atkvøðurætt. Limir í Starvsnevndini kunnu ikki verða útnevndir sum umboð til aðalfundin, so leingi teir eru limir í Starvsnevndini.

Grein 3. Heimildir aðalfundarinnar
Aðalfundurin hevur myndugleika í hesum viðurskiftum felagsins:

a) góðkenning ella broyting av hesari reglugerðini, viðtøkunum, og valreglugerðini;

b) útnevna tveir limir at eftirkanna fundarfrágreiðingina og góðkenna fundarfrágreiðingina frá seinasta fundi;

c) val av Forseta og av limunum í Starvsnevndini;

d) val av limum í óheftu nevndunum (dømandi nevndirnar og loyvisnevndirnar);

e) útnevna tvey eftirlitsfólk at hjálpa til við at telja atkvøðurnar;

f) góðkenning av árliga grannskoðaða ársroknskapinum (harímillum uppskot til fíggjarætlan);

g) góðkenning av leiðslufrágreiðing Forsetans (sum inniheldur eina lýsing av virkseminum hjá FSF síðani seinasta aðalfund);

h) val av óheftum og uttanhýsis grannskoðara eftir innstilling frá Starvsnevndini;

i) áseting av limagjaldi;

j) gera av, eftir innstilling frá Starvsnevndini, um heitini heiðursforseti ella heiðurslimur skulu gevast;

k) at taka upp, útihýsa ella at koyra ein lim úr;

l) at koyra ein lim úr nevndum í FSF;

m) avtaka FSF;

n) taka avgerðir eftir ynski frá einum limi samsvarandi hesari reglugerðini ella at taka avgerðir sum tað áliggur aðalfundinum at taka í samsvari við hesa reglugerðina.

Grein 4. Viðtøkuføri á aðalfundinum
Um ikki annað er ásett í hesari reglugerðini, eru avgerðir á aðalfundinum bert galdandi, um ein meiriluti (fleiri enn 50%) av umboðunum, sum umboða limirnar og sum hava atkvøðurætt, eru tilstaðar á aðalfundinum.

Stk. 2. Um fundurin ikki er viðtøkuførur, skal ein annar aðalfundur verða hildin í seinasta lagi 14 dagar eftir fyrsta aðalfundin við somu dagsskrá.

Stk. 3. Viðtøkuføri er ikki neyðugt fyri seinna aðalfundin, uttan so at eitt mál á dagsskránni verður sett fram um broyting av hesari reglugerðini, viðtøkunum, val av Forseta ella av limunum í Starvsnevndini, val av limum í teimum óheftu nevndunum, at koyra ein lim úr nevnd, útihýsan ella útkoyring av einum limi ella avtøku av FSF.

Stk. 4. Tá tað er fráboðað, at aðalfundurin er komin saman og skipaður í samsvari við hesa reglugerðina, verður viðtøkuførið ikki ávirkað av umboðum, sum fara av fundinum.

Grein 5. Avgerðir á aðalfundinum
Um ikki annað er ásett í hesari reglugerðini, er ein meiriluti (fleiri enn 50%) av teimum givnu gildugu atkvøðunum nóg mikið fyri at avgerðin er gildug. Blankir atkvøðuseðlar, ógildugar atkvøður ella elektroniskar atkvøður sum eru manipuleraðar á einhvønn hátt og einhvør háttur at halda seg frá at atkvøða verður atlit ikki tikið til tá meirilutin verður taldur upp.

Stk. 2. Ein avgerð sum krevur eina atkvøðugreiðslu skal verða framd við at rætta hondina upp, elektroniska skráseting ella við skrivligari atkvøðugreiðslu, uttan so at aðalfundurin velur ein annan hátt. Um tað við at rætta hondina upp ikki fæst greiðu á um ein greiður meiriluti er fyri einum uppskoti ella um í minsta lagi ein meiriluti (fleiri enn 50%) av umboðunum umboðandi møttu limirnar, sum hava atkvøðurætt, seta fram ynski um hetta, so skal atkvøðast við at lisið verður upp í alfabetiskum ordan, nøvnini á teimum frammøttu umboðunum á fundinum.

Grein 6. Um at útihýsa lim fyribils
Aðalfundurin tekur avgerð um at útihýsa lim fyribils. Starvsnevndin kann tó, áðrenn eina atkvøðugreiðslu hjá aðalfundinum, fyribils útihýsa, við virknaði beinanvegin, ein lim, ið á álvarsligan hátt brýtur sínar skyldur sum limur. Útihýsingin, sum er góðkend av Starvsnevndini, skal verða galdandi til komandi aðalfund, um ikki Starvsnevndin undan hesum hevur tikið útihýsingina av.

Stk. 2. Avgerðin um at útihýsa lim fyribils skal vera samtykt við í minsta lagi 2/3 meiriluta av teimum gildugu atkvøðunum. Ein avgerð um útihýsan hjá aðalfundinum ella um fyribils útihýsan hjá Starvsnevndini skal góðkennast á næstkomandi aðalfundi. Um avgerðin ikki verður góðkend, verður útihýsingin beinanvegin sett úr gildi.

Stk. 3. Ein útihýstur limur missir øll síni limarættindi. Aðrir limir mugu ikki hava ítróttarligt samband við ein útihýstan lim. Aganevndin kann áleggja fleiri revsingar.

Stk. 4. Limir sum ikki hava síni fíggjarligu viðurskifti í lagi mótvegis FSF (t.e. gjaldkomin skuld) skulu verða útihýst frá at atkvøða á aðalfundinum, og teirra umboð skulu ikki verða vald ella tilnevnd til eina FSF nevnd, fram til tey hava lokið teirra skyldur í hesum sambandi.

Grein 7. Um at koyra lim úr endaliga
Aðalfundurin kann koyra lim úr endaliga um:

a) limurin eftir ákravi frá FSF ikki heldur fíggjarligu skyldur sínar mótvegis FSF;

b) limurin álvarsliga og endurtakandi brýtur viðtøkur, reglugerðir, boð ella avgerðir hjá FIFA, UEFA og FSF, og hóast skrivliga ávaring við rímiligari freist ikki tekur neyðug stig;

c) limafelagið ikki í tvey fylgjandi kappingarár hevur tikið lut í ítróttarligum virksemi hjá FSF.

Stk. 2. Uppskot um at koyra lim úr endaliga skal samtykkjast við í minsta lagi 2/3 meiriluta av teimum givnu gildugu atkvøðunum, burtursæð frá avgerð sambært stk. 1, litra c), sum kann avgerast við vanligum atkvøðumeiriluta av teimum givnu gildugu atkvøðunum.

Grein 8. Heiðursforseti og heiðurslimur
Aðalfundurin kann taka avgerð um at útnevna heiðursforseta ella heiðurslim. Hesin heiður kann veitast persónum fyri á ein serligan hátt at hava tænt fótbóltsspælinum væl.

Stk. 2. Starvsnevndin setur fram uppskot um heiðursforsetar og heiðurslimir.

Stk. 3. Heiðursforsetin ella heiðurslimurin kann taka lut á Aðalfundinum. Teir hava talurætt, men ikki atkvøðurætt.

Grein 9. At koyra nevndarlim frá
Aðalfundurin kann koyra ein nevndarlim frá. Starvsnevndin kann eisini koyra ein nevndarlim frá fyribils, tó ikki nevndarlimir í óheftu nevndunum. Avgerðin hjá Starvsnevndini um at koyra nevndarlim frá fyribils, skal góðkennast á komandi aðalfundi, uttan so at Starvsnevndin áðrenn hetta hevur ógildað sína avgerð. Um val er á skránni til komandi aðalfund, kann ein frákoyrdur nevndarlimur stilla upp til nevndarval (um hann annars lýkur viðkomandi treytir um valbæri) treytað av endaligu avgerðini hjá aðalfundinum um frákoyring hansara, sum skal avgreiðast áðrenn nevndarvalið.

Stk. 2. Uppskotið um at koyra nevndarlim frá skal vera grundað og skal sendast limunum í Starvsnevndini og/ella limafeløgunum hjá FSF saman við fundarskránni.

Stk. 3. Viðkomandi nevndarlimur hevur rætt til at verja seg frammanfyri Starvsnevndini og/ella aðalfundinum.

Stk. 4. Uppskotið um at koyra nevndarlim frá, skal avgerast við loyniligari atkvøðugreiðslu í Starvsnevndini og/ella á aðalfundinum. Fyri at uppskotið skal verða samtykt krevst ein meiriluta upp á tveir triðingar av gildugu atkvøðunum.

Stk. 5. Frákoyrdi nevndarlimurin (fyribils ella ikki) verður loystur frá sínum uppgávum alt fyri eitt.

Grein 10. Um at taka FSF av
Avgerðir um at taka FSF av krevja meiriluta uppá 2/3 av øllum limum í FSF, og avgerð skal takast á einum aðalfundi, ið er serliga innkallaður til endamálið.

Stk. 2. Um FSF verður avtikið, skulu ognirnar latast Føroya Landsstýri, sum skal taka sær av hesum ognum og sita fyri teimum á bestan hátt, til FSF verður endurstovnað.

Grein 11. Vanligur Aðalfundur
Vanligi Aðalfundurin verður hildin hvørt ár innan 1. apríl.

Stk. 2. Starvsnevndin skal áseta stað og dag fyri aðalfundinum. Skrivlig fráboðan um aðalfund við fyribils skrá skal verða sent limunum í seinasta lagi 60 dagar frammanundan aðalfundinum.

Stk. 3. Eitthvørt uppskot, sum ein limur ynskir at leggja fyri aðalfundin skal sendast aðalskrivstovu FSF’s skrivliga, og skal innihalda eina stutta frágreiðing, í minsta lagi 30 dagar fyri aðalfundin.

Stk. 4. Formliga innkallingin skal gerast skrivliga í minsta lagi 7 dagar framman undan aðalfundinum. Í innkallingini skulu vera dagsskrá fyri fundin, ársfrágreiðingin, fíggjarstøðan, grannskoðaði ársroknskapurin við fíggjarjavna, umframt onnur viðkomandi skjøl, harímillum ein listi yvir valevnunum (um viðkomandi).

Grein 12. Dagsskrá fyri vanliga aðalfundin
Aðalskrivarin ger dagsskránna grundað á uppskot frá Starvsnevndini og limunum.

Stk. 2. Dagsskráin fyri aðalfundin skal í minsta lagi innihalda fylgjandi evni (í kronologiskari skipan):

a) Ein kunngerð um, at aðalfundurin er innkallaður og skipaður í samsvari við viðtøkurnar;

b) góðkenning av dagsskrá;

c) Forsetin greiður frá virksemi felagsins í farna ári;

d) velja limir at eftirkanna fundarfrágreiðingina;

e) velja eftirlitsfólk;

f) útihýsing ella útkoyring av limum (um viðkomandi);

g) góðkenning av fundarfrágreiðing frá undanfarna aðalfundi;

h) ársfrágreiðing (sum lýsir virksemið síðani seinasta aðalfund);

i) framløga og góðkenning av grannskoðaðum ársroknskapi, fíggjarjavnin fyri farna ár, eitthvørt annað viðkomandi fíggjarskjal og uppskot til fíggjarætlan, umframt frágreiðingina frá uttanhýsis grannskoðaranum;

j) atkvøðugreiðslur um uppskot at broyta viðtøkurnar, aðalfundarreglugerðina og valreglugerðina (um viðkomandi);

k) kjak um innkomin uppskot frá limunum ella Starvsnevndini í samsvari við mannagongdina, sum ásett undir grein 29, stk. 3 í hesum viðtøkum (um viðkomandi);

l) val av óheftum uttanhýsis grannskoðara (um viðkomandi) eftir uppskoti frá Starvsnevndini;

m) frákoyring úr nevnd av einum nevndarlimi í FSF (um hetta er viðkomandi);

n) val av Forseta og limum í Starvsnevndini;

o) val av limum til óheftu nevndirnar (dømandi nevndirnar og loyvisnevndirnar) (um hetta er viðkomandi) eftir uppskoti frá Starvsnevndini;

p) upptøka av limum (um viðkomandi);

q) ymiskt.

Stk. 3. Fundarskráin í sambandi við ein vanligan aðalfund kann broytast, um 2/3 av umboðunum umboðandi limirnar, sum eru til staðar á aðalfundinum, og sum hava atkvøðurætt, taka undir við tílíkum uppskoti.

Stk. 4. Aðalfundurin skal ikki taka avgerðir um viðurskifti, sum ikki eru nevnd á dagsskránni.

Grein 13. Eykaaðalfundir
Starvsnevndin kann til hvørja tíð innkalla til eykaaðalfundar.

Stk. 2. Starvsnevndin skal kalla inn til eykaaðalfundar, um í minsta lagi ein triðing av limunum seta fram skrivliga umbøn um hetta. Í umbønini skal innihaldið í dagsskránni fyri eykaaðalfundin verða nevnt. Ein eykaaðalfundur skal verða hildin í seinasta lagi 1 mánað eftir, at tílík umbøn er móttikin. Um eykaaðalfundurin ikki verður innkallaður innanfyri hesa freist, kunnu limirnir, ið hava biðið um at fáa eykaaðalfundin hildnan, innkalla til eykaaðalfundar sjálvir. Gera teir hetta, skulu teir boða øllum limum í FSF og Starvsnevndini frá tíð og stað fyri eykaaðalfundin, saman við innihaldinum í fundarskránni í samsvari við stk. 3 niðanfyri.

Stk. 3. Limirnir skulu fáa boð um stað, dag og dagsskrá í seinasta lagi 14 dagar undan tí degi, at eykaaðalfundurin verður hildin. Hendan innkalling skal innihalda fundarskránna umframt onnur viðkomandi skjøl.

Stk. 4. Tá eykaaðalfundur verður innkallaður eftir umbøn frá Starvsnevndini, skal Starvsnevndin áseta dagsskránna. Tá ein eykaaðalfundur verður innkallaður eftir umbøn frá limum, skulu evnini, sum viðkomandi limir hava nevnt í umbøn síni um eykaaðalfund, vera við á dagsskrá.

Stk. 5. Dagsskráin fyri ein eykaaðalfund kann ikki broytast.

Grein 14. Fundarfrágreiðing
Aðalskrivarin hevur ábyrgdina av at skriva fundarfrágreiðing á aðalfundinum. Limirnir, sum eru útnevndir at eftirkanna fundarfrágreiðingina skulu gera tað soleiðis, at fundarfrágreiðingin kann sendast limunum innanfyri 30 dagar eftir aðalfundin. Fundarfrágreiðingin er at meta sum góðkend, um, innanfyri 30 dagar eftir, at hon er send út, og eingin hevur mótmælt í innskrivaðum brævi til aðalskrivaran. Um mótmæli koma inn, so skal fundarfrágreiðingin setast á fundarskránna til næsta aðalfund til støðutakan.

Grein 15. Nær avgerðir koma í gildi
Avgerðir tiknar av aðalfundinum koma í gildi beinanvegin, uttan so at annað er ásett í viðtøkunum ella uttan so at aðalfundurin ásetur ein annan dag, har avgerðin kemur í gildi.

Grein 16. Broyting av reglugerðini
Aðalfundurin tekur avgerð um at broyta hesa reglugerð.

Stk. 2. Uppskot um broyting av reglugerðini skulu sendast aðalskrivstovu FSF’s skrivliga við stuttari frágreiðing av einum limi ella av Starvsnevndini. Eitt uppskot innsent frá einum limi er gildugt, treytað av at í minsta lagi tveir aðrir limir skrivliga vátta sín stuðul til at uppskotið verður sett fram.

Grein 17. Almannakunngerð
Hendan reglugerðin skal vera tøk fyri almenninginum á heimasíðu FSF’s.

Grein 18. Ósamsvar við viðtøkur
Um hendan reglugerðin ikki samsvarar við viðtøkur FSF´s, so eru ásetingarnar í viðtøkunum galdandi.

Grein 19. Gildiskoma
Hendan reglugerðin kemur í gildi beinanvegin eftir at hon er samtykt av aðalfundinum.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.