Grein 1. Alment um val
Val skulu avgreiðast sum loyniligar atkvøðugreiðslur. Aðalfundurin kann tó gera av at farið verður fram á annan hátt um talið av valevnum er tað sama sum talið av tómum sessum.
Stk. 2. Val skulu avgreiðast í samsvari við hesa valreglugerð og viðtøkunum, og skal vera undir eftirliti av fundarstjóranum.
Stk. 3. Tá talan er um persónsval, krevst at meira enn 50 prosent av skrásettum og gildugum atkvøðum atkvøða fyri í fyrsta valumfari.
Stk. 4. Um fleiri enn 2 valevni eru til ein sess, verður valevnið, ið fær lægsta tal av atkvøðum, tikið burtur í sambandi við næstu atkvøðugreiðsluna, til bert 2 valevni eru eftir.
Stk. 5. Stendur á jøvnum, verður umval millum tey, ið standa á jøvnum, og eftirfylgjandi lutakast, um tað framvegis stendur á jøvnum.
Stk. 6. Nevndirnar skulu vera valdar av FSF sjálvum uttan uttanhýsis ávirkan samsvarandi ásettu mannagongdunum í hesari reglugerðini og viðtøkunum, og leys av eini og hvørjari óhóskandi politiskari uppíblanding ella ávirkan.
Grein 2. Val av Forseta og Starvsnevnd
Starvsnevndin er samansett av 7 limum, bæði kyn skulu vera umboðað, soleiðis:
a) 1 Forseti
b) 6 limir
Stk. 2. Forsetin og limirnir í Starvsnevndini verða valdir av aðalfundinum í samsvari við grein 1. Teir skulu standa eina integritetskanning, sum Yvirkærunevndin stendur fyri, áðrenn teir kunnu veljast, endurveljast ella útnevnast (sí fylgiskjal A).
Stk. 3. Valskeiðið fyri Forsetan og limirnar í Starvsnevndini er 4 ár. Forsetin og 3 limir av Starvsnevndini skulu veljast í stakári (bæði kyn skulu vera vald). Hinir 3 limirnir í Starvsnevndini skulu veljast næstkomandi stakár (bæði kyn skulu veljast). Mandat teirra byrjar alt fyri eitt eftir aðalfundin, sum hevur valt tey og endar eftir aðalfundin, sum velur eftirfólk teirra.
Stk. 4. Verða bæði kyn ikki vald til Starvsnevndina sum stk. 2 omanfyri sigur, so verður ein sessur mettur sum tómur og Starvsnevndin skal útnevna ein lim úr manglandi kyninum á fyrstkomandi fundi í Starvsnevndini eftir viðkomandi aðalfund.
Stk. 5. Limirnir í Starvsnevndini skulu ikki vera eldri enn 70 ár. Limirnir skulu hava verið virknir innan fótbólt og skulu hava reina revsiváttan og hava fastan bústað í Føroyum.
Stk. 6. Limur í Starvsnevndini kann ikki samstundis vera limur í óheftari nevnd og kann ikki verða útnevndur/valdur sum umboð umboðandi ein lim á aðalfundinum.
Stk. 7. Um upp til tveir sessir gerast tøkir, skal Starvsnevndin røkja viðkomandi sessir fram til næsta vanliga aðalfund, tá avloysari verður valdur fyri restina av valskeiðinum.
Stk. 8. Um fleiri enn tveir sessir í Starvsnevndini verða tøkir, so skulu teir eftirverandi nevndarlimirnir í Starvsnevndini kalla saman til eykaaðalfund innan fyri ásettu tíðina í grein 31, stk. 2 í viðtøkunum. Um limirnir, sum eru eftir í Starvsnevndini eina viku eftir hesa tíð ikki hava kallað inn til eykaaðalfund, so skal aðalskrivarin gera tað.
Stk. 9. Einhvør nevndarsessur í Starvsnevndini er at meta sum tómur við deyða, uppsøgn ella um viðkomandi nevndarlimur varandi er forðaður at fremja sínar skyldur.
Stk. 10. Øll valevni í samband við val av limum til Starvsnevndina mugu verða skotin upp av í minsta lagi einum limi.
Stk. 11. Valevnisuppskot til Starvsnevndina skulu sendast til aðalskrivstovu FSF’s í minsta lagi 20 dagar fyri aðalfundin. Listin við valevnisuppskotum skal sendast til limirnar í FSF í minsta lagi 7 dagar fyri aðalfundin.
Grein 3. Val av dømandi nevndum (Aga- og etiskanevndin og Yvirkærunevndin)
Dømandi nevndirnar í FSF eru:
a) Aga- og etiskanevndin,
b) Yvirkærunevndin,
ið verða valdar av aðalfundinum í samsvari við grein 1.
Stk. 2. Í Aga- og etiskunevndini eru formaður, varaformaður og 3 aðrir nevndarlimir. Formaðurin, varaformaðurin og í hvussu er ein annar limur skulu allir vera løgfrøðingar.
Stk. 3. Í Yvirkærunevndini eru formaður, varaformaður og 3 aðrir nevndarlimir. Formaðurin og varaformaðurin og í minsta lagi ein av hinum limunum skulu allir vera løgfrøðingar.
Stk. 4. Dømandi nevndirnar skulu setast saman soleiðis, at limirnir samanlagt hava vitanina, førleikarnar og serfrøðina, sum er neyðug fyri at avgreiða sínar uppgávur og skyldur. Mandatið hjá øllum limunum í dømandi nevndunum er fyri tvey ár. Tey kunnu endurveljast.
Stk. 5. Limirnir í dømandi nevndunum skulu býtast sundur í tveir bólkar og verða valdir annaðhvørt ár á aðalfundinum eftir uppskoti frá Starvsnevndini. Tað er einans aðalfundurin, sum kann koyra tey frá.
Stk. 6. Limirnir í dømandi nevndunum kunnu ikki vera limir í aðrari nevnd hjá FSF og kunnu heldur ikki vera starvssett á aðalskrivstovuni í FSF.
Stk. 7. Limirnir í dømandi nevndunum (tó undantikið í Yvirkærunevndini) skulu fara ígjøgnum eina kanning um teirra valbæri og integritet, sum Yvirkærunevndin stendur fyri í samsvari við ásetingarnar í hesari reglugerðini og í viðtøkunum, áðrenn teir stilla upp til val ella endurval (sí fylgiskjal A).
Grein 4. Val av loyvisnevndum (Loyvisnevndin og Kærunevndin í loyvismálum)
Loyvisnevndirnar í FSF eru:
a) Loyvisnevndin;
b) Kærunevndin í loyvismálum,
ið verða valdar av aðalfundinum í samsvari við grein 1.
Stk. 2. Í Loyvisnevndini eru formaður, varaformaður og 3 nevndarlimir. Í minsta lagi ein av nevndarlimunum skal vera løgfrøðingur og í minsta lagi ein av hinum nevndarlimunum skal vera góðkendur (skrásettur ella løggildur) grannskoðari hjá Skráseting Føroya. Nevndin verður vald fyri tvey ár í senn. Nevndarlimir kunnu veljast aftur. Nevndarlimirnir kunnu ikki samstundis sita í aðrari nevnd hjá FSF.
Stk. 3. Í Kærunevndini í loyvismálum eru formaður, varaformaður og 3 nevndarlimir. Í minsta lagi ein av nevndarlimunum skal vera løgfrøðingur og í minsta lagi ein av hinum nevndarlimunum skal vera góðkendur (skrásettur ella løggildur) grannskoðari hjá Skráseting Føroya. Nevndin verður vald fyri tvey ár í senn. Nevndarlimir kunnu veljast aftur.
Nevndarlimirnir kunnu ikki samstundis starvast í umsitingini hjá FSF ella vera í aðrari nevnd hjá FSF.
Stk. 4. Nevndarlimir í loyvisnevndunum kunnu ikki samstundis vera partur av leiðsluni í limafelagi hjá FSF.
Grein 5. Val av óheftum og uttanhýsis grannskoðarar
Aðalfundurin velur óheftar og uttanhýsis grannskoðarar eftir uppskoti frá Starvsnevndini.
Grein 6. Broyting av reglugerðini
Aðalfundurin tekur avgerð um at broyta hesa reglugerð.
Stk. 2. Uppskot um broyting av reglugerðini skulu sendast aðalskrivstovu FSF’s skrivliga við stuttari frágreiðing av einum limi ella av Starvsnevndini. Eitt uppskot innsent frá einum limi er gildugt, treytað av at í minsta lagi tveir aðrir limir skrivliga vátta sín stuðul til at uppskotið verður sett fram.
Grein 7. Ósamsvar við viðtøkur
Um hendan reglugerðin ikki samsvarar við viðtøkur FSF´s, so eru ásetingarnar í viðtøkunum galdandi.
Grein 8. Almannakunngerð
Hendan reglugerðin skal vera tøk fyri almenninginum á heimasíðu FSF’s.
Grein 9. Gildiskoma
Hendan reglugerðin kemur í gildi beinanvegin eftir at hon er samtykt av aðalfundinum.
———
Fylgiskjal A – spurnarskema til integritetskanningar
1. Partur: Almennar ásetingar
1. Integritetskanningar av kandidatum til nevndarsessir, og av verandi nevndarlimum í FSF, sum eru fevndir av slíkari kanning (“kandidatar ella nevndarlimir”) skal fremjast av viðkomandi nevnd í samsvari við ásetingunum í hesari reglugerðini, í viðtøkunum og hesum fylgiskjali.
2. Kandidatar ella nevndarlimir hava skyldu at taka lut í screening og opinleika-tilgongdini, har persónurin sjálvur skal leggja síni viðurskifti fram, soleiðis sum ásett í 2. og 3. parti niðanfyri. Áðrenn screeningina, skal hvør kandidatur ella nevndarlimur geva skrivligt samtykki til hesa tilgongd umvegis eitt oyðublað, sum viðkomandi nevnd, ið stendur fyri kanningini, veitir. Um slíkt samtykki ikki verður givið, so er tað at meta sum, at kandidaturin ella nevndarlimurin ikki hevur staðið integritetskanningina.
3. Kandidatar ella nevndarlimir skulu til hvørja tíð svara í góðari trúgv og skulu samstarva fult út fyri at staðfesta viðkomandi fakta innanfyri rímiliga tíð. Um viðkomandi kandidatur ella nevndarlimur ikki samstarvar við nevndini, sum skipar fyri integritetskanningina, so er tað at meta sum, at kandidaturin ella nevndarlimurin ikki hevur staðið integritetskanningina.
4. Tað er at meta sum, at kandidaturin ella nevndarlimurin ikki hevur staðið integritetskanningina um:
a) hann hevur verið dømdur fyri brotsgerð ella fingið rættslig agatiltøk sett í verk ímóti sær av einum rætti, serliga um brotið var av eini munandi stødd og ikki eitt minni brot ella tænastumisbrot;
b) hann er funnin sekur og/ella dømdur av aganevndini hjá FIFA ella øðrum myndugleika innan ítrótt við agatiltaki, sum setur álvarsamar spurningar við, hvussu hesin hevur røkt sínar skyldur.
5. Allar upplýsingar og innsavnaði data skulu handfarast í strongum trúnaði av nevndini, sum fremur integritetskanningina í samsvari við viðkomandi ásetingar viðvíkjandi opinleika og veitan av upplýsingum og data, sum eru innsavnaði við integritetskanning í hesum sambandi og í samsvari við hetta fylgiskjal.
2. Partur: Screening mannagongd
1. Í byrjanini av screeningini, skulu allir kandidatar ella nevndarlimir ígjøgnum eina samleikakanning (“ID check”). Í hesum sambandi skal kandidaturin ella nevndarlimurin senda eitt gildugt avrit av sínum passi til nevndina, sum stendur fyri integritetskanningini.
Samleikakanningin skal eisini innihalda váttan av hesum viðurskiftum:
a) Fornavn og eftirnavn
b) Bústaður
c) Føðingardagur og -staður
d) Tjóðskapur
2. Allir kandidatar ella nevndarlimir skulu útfylla spurnarskjalið í 3. parti niðanfyri.
3. Nevndin, sum stendur fyri at fremja integritetskanningina kann eisini fremja óhefta gransking og/ella kanningar fyri at fáa til vega fleiri upplýsingar um ein ávísan kandidat ella nevndarlim. Hetta kunnu vera upplýsingar um fótbóltsagentar og atknýttar partar, mandat, møguligt ógegni og týðandi luttøkur, umframt sivil- og kriminalrættarligar rannsóknir.
3. Partur: Oyðublað
Fornavn:
Eftirnavn:
Bústaður:
Dagfesting og føðistaður:
Tjóðskapur:
Starv:
1. Ert tú áður dømd/ur í endaligum dómi fyri nakað tilætlað revsivert brot ella fyri nakað misbrot samsvarandi brot á reglugerðirnar fyri atferð, sum er í 2. parti, stk. 5 í FIFA Code of Ethics?
Nei / Ja
Um ja, greið vinarliga frá:
2. Hevur nakar ítróttarmyndugleiki áður nakrantíð álagt agarevsing ella líknandi revsing ímóti tær fyri gerðir, samsvarandi brot á reglugerðirnar fyri atferð, sum er í 2. parti, stk. 5 í FIFA Code of Ethics?
Nei / Ja
Um ja, greið vinarliga frá:
3. Ert tú í løtuni partur í nøkrum sivilmáli, kriminal- ella agamáli ella kanning sum er til viðgerðar?
Nei / Ja
Um ja, greið vinarliga frá:
4. Eg eri fult greið/ur yvir, at eg eri undirløgd / undirlagdur ásetingunum í aga- og etiskureglugerðini hjá FSF og ásetingunum í viðtøkunum og øðrum reglugerðum hjá FSF, sum hava við integritet at gera, og eg taki fult og heilt undir við hesum ásetingum.
5. Eg havi í løtuni hesar sessir innan fótbólt:
6. Fylgjandi umstøður og viðurskiftir kunnu vera orsøk til møguligt ógegni mær viðvíkjandi (sí serliga grein 21, stk. 9 í hesum viðtøkum):
7. Viðmerkingar og eygleiðingar, sum kunnu vera serliga viðkomandi í sambandi við integritetskanningina:
8. Eg eri fult greið/ur yvir, at hetta oyðublaðið er tøkt hjá limunum í viðkomandi nevnd í FSF.
9. Eg eri fult greið/ur yvir og vátti, at eg skal fráboða nevndini, sum stendur fyri integritetskanningini um viðkomandi umstøður og viðurskiftir, sum uppstanda aftaná, at hendan integritetskanning er av.
10. Eg eri fult greið/ur yvir og vátti, at eg havi skyldu til at samstarva fult og heilt fyri at fáa til vega teir neyðugu upplýsingarnar í sambandi við integritetskanningina, sum eg taki. Serliga skal eg fylgja umbønum um útflýggjan av skjølum, upplýsingum ella annað tilfar, sum eg havi. Harumframt vil eg taka undir við umbønum um at fáa til vega skjøl, upplýsingar ella annað tilfar, sum eg ikki havi, men sum eg havi rætt til at fáa til vega.
11. Eg eri fult greið/ur yvir og vátti, at nevndin, sum stendur fyri at fremja integritetskanningina eisini kann biðja um upplýsingar um møgulig revsitiltøk (spurningur 1 og 2 omanfyri) beinleiðis frá FIFA ella viðkomandi konfederatión, umframt frá øðrum stovnum so sum ítróttagerðarrættinum CAS í Lausanne, Sveis, ella altjóða olympisku nevndini IOC. Við hesum loysi eg viðkomandi stovnar frá einhvørjari trúnaðarskyldu, sum hevur við hesar upplýsingar at gera.
12. Eg eri fult greið/ur yvir og vátti, at nevndin, sum stendur fyri at fremja integritetskanningina eisini kann biðja um fleiri upplýsingar um meg í samsvari við 2. parti, stk. 3 í hesum fylgiskjali.