Fótbóltslógin 2024 (§1 – §17) sum PDF
Eitt brotsspark skal dømast, um ein leikari ger seg sekan í einum brotið, sum skal sektast við beinleiðis frísparki, og brotið varð framt í egnum brotssparksteigi ella uttan fyri vøllin, sum víst verður á í §12 og §13.
Tað er loyvt at skora beinleiðis uppá eitt brotsspark.
1. Mannagongd
Bólturin skal liggja stillur á brotssparksblettinum. Málstengurnar, yvirliggjarin og málnetið skulu ikki flyta seg.
Leikarin, ið skjýtur brotssparkið, skal týðiliga verða vístur.
Verjandi málmaðurin skal vera á mállinjuni, venda ímóti tí, sum sparkar, og standa ímillum stengurnar, uttan at nerta stengurnar, yvirliggjaran ella málnetið, inntil bólturin er sparkaður. Málmaðurin skal ikki órógva skjúttan á órættvísan hátt, t.d. við at seinka brotssparkinum í at verða tikið ella við at nerta stengur, yvirleggjara ella málnet.
Allir leikarar, uttan tann, sum skjýtur og málmaðurin, skulu:
Eftir at leikararnir hava tikið støðu sambært hesi grein, skal dómarin gera tekin til, at brotssparkið skal verða tikið.
Leikarin, ið tekur brotssparkið, skal sparka bóltin frameftir; tað er loyvt at nýta hælin, treytað av, at bólturin flytur seg frameftir.
Tá bólturin verður sparkaður, skal málmaðurin hava í minsta lagi ein part av einum fóti á, ella á linju við ella aftanfyri mállinjuna.
Bólturin er í leiki, tá ið hann er sparkaður og týðiliga flytur seg.
Tann, sum sparkar, hevur ikki loyvi at nerta bóltin aftur, fyrr enn bólturin hevur nortið ein annan leikara.
Brotssparkið er avgreitt, tá bólturin ikki flytur seg meira, fer úr leiki, ella tá dómarin steðgar leiki fyri okkurt brot á Fótbóltslógina.
Tíð verður løgd aftrat báðum hálvleikum í dystinum og longdari leiktíð, soleiðis at eitt brotsspark kann avgreiðast. Tá tíð verður løgd aftrat fyri at taka eitt brotsspark, er brotssparkið mett sum yvirstaðið, tá, eftir at sparkið er tikið, bólturin steðgar at flyta seg, fer úr leiki, verður spældur av nøkrum øðrum leikara enn verjandi málmanninum (íroknað sparkaran), ella tá dómarin steðgar leiki fyri eitt brot, sum er framt av sparkaranum ella hansara liði. Um ein leikari frá verjandi liðnum (íroknað málmannin) fremur eitt brot, og brotssparkið verður brent/bjargað, skal brotssparkið takast umaftur
2. Brot og revsingar
Brotssparkið skal takast, tá dómarin gevur tekin til tað. Verður tað ikki tikið, kann dómarin geva eina agarevsing, áðrenn hann aftur gevur tekin til, at brotssparkið skal takast.
Um okkurt av fylgjandi hendir, áðrenn bólturin er í spæli:
Undantikið fylgjandi brot. Tá skal leikur takast upp aftur við óbeinleiðis frísparki – óansæð um eitt mál verður skorað ella ikki:
• Málmaðurin fremur eitt brot:
– um bólturin fer í mál, skal mál dømast
– um bólturin ikki rakar málið ella støkkur aftur frá eini málstong ella yvirliggjaranum, skal brotssparkið bert takast um aftur, um brotið, sum málmaðurin framdi, týðiliga ávirkaði skjúttan
– Um bólturin ikki fer í málið orsakað av málmanninum, skal brotssparkið takast um aftur
Um brotið, sum málmaðurin framdi, viðførir, at brotssparkið skal takast um aftur, skal málmaðurin hava ein munnliga ávaring fyri fyrsta brotið í dystinum, og hann skal ávarast (GK) fyri øll fylgjandi brot í dystinum.
• ein liðfelagi hjá málmanninum fremur brot á Fótbóltslógina:
– Um bólturin fer í mál, verður mál dømt
– Um bólturin ikki fer í málið, skal brotssparkið takast umaftur
• Ein leikari frá hvørjum liði fremur brot, skal brotssparkið takast umaftur, um ikki annar leikari fremur álvarsamari brot (t.d. finta, ið ikki er loyvd)
• Um bæði málmaðurin og skjúttin fremja brot samstundis skal skjúttin ávarast, og leikur verður tikin upp aftur við óbeinleiðis frísparki til verjandi liðið
Um, eftir at brotssparkið er tikið:
3. Yvirlit
Úrslit av brotssparkinum:
MÁL | IKKI MÁL | |
Brot framt av áleypandi leikara | Brotssparkið skal takast umaftur | Óbeinleiðis fríspark |
Brot framt av verjandi leikara | Mál | Brotssparkið skal takast umaftur |
Brot framt av verjandi og áleypandi leikarum | Brotssparkið skal takast umaftur | Brotssparkið skal takast umaftur |
Brot framt av málmanninum | Mál | Ikki bjargað: brotssparkið skal ikki takast umaftur (uttan tá skjúttin týðiliga ávirkast) Bjargað: Brotssparkið skal takast umaftur, og málmaðurin skal hava munnliga ávaring – ávaring (GK) fyri fylgjandi brot |
Málmaðurin og skjúttin fremja brot samstundis | Óbeinleiðis fríspark og skjúttin skal ávarast | Óbeinleiðis fríspark og skjúttin skal ávarast |
Bólturin sparkaður aftureftir | Óbeinleiðis fríspark | Óbeinleiðis fríspark |
Finta, ið ikki er loyvd | Óbeinleiðis fríspark, og tann, sum sparkaði, skal ávarast | Óbeinleiðis fríspark, og tann, sum sparkaði, skal ávarast |
Skeivur leikari sparkar | Óbeinleiðis fríspark, og tann, sum sparkaði, skal ávarast | Óbeinleiðis fríspark, og tann, sum sparkaði, skal ávarast |
Málmaðurin og skjúttin gera brot samstundis | Óbeinleiðis fríspark, og tann, sum skeyt, skal ávarast | Brotssparkið skal takast umaftur. Tann, sum skeyt, og málmaðurin skulu ávarast |