Fótbóltslógin 2024 (§1 – §17) sum PDF
1. Tal av leikarum
Ein dystur verður leiktur av tveimum liðum, sum hava í mesta lagi 11 leikarar; ein teirra skal vera málmaður. Ein dystur kann ikki byrja ella halda áfram, um nakað av liðunum hevur færri enn sjey leikarar.
Um eitt lið hevur færri enn sjey leikarar, tí at ein leikari ella fleiri tilvitandi eru farnir av vølli, er ikki neyðugt hjá dómaranum at steðga dystinum; hann kann nýta fyrimunarregluna. Í slíkum førum skal dómarin ikki lata dystin halda fram, eftir at bólturin er farin úr leiki, um eitt lið ikki hevur í minsta lagi sjey leikarar.
Um kappingarreglurnar krevja, at allir leikarar og eykaleikarar skulu verða nevndir fyri dystarbyrjan, og eitt lið byrjar ein dyst við færri enn 11 leikarum, kunnu bert teir leikarar, ið standa til at byrja inni, koma inn sum ískoyti.
2. Tal av útskiftingum
Almennar kappingar.
Talið av eykaleikarum (upp til í mesta lagi 5), sum kunnu nýtast í einum dysti, verður ásett av FIFA, sersambandinum ella av tjóðarfótbóltssambandinum. Hetta er tó ikki galdandi í kappingum hjá monnum og kvinnum, tá besta lið hjá einum felagi luttekur í bestu deildini og í “A” landsdystum, har kappingarreglurnar loyva í mesta lagi fimm útskiftingum, kan hvørt lið:
* Tá bæði liðini skifta út í sama steðgi, telur hetta sum ein nýttur útskiftingarmøguleiki hjá báðum liðunum. Um eitt lið fremur fleiri útskiftingar í sama steðgi, er hetta at meta sum ein útskiftingarmøguleiki.
Eyka tíð:
Kappingarreglurnar skulu gera greitt:
Aðrir dystir
Í altjóða „A-liðs“-dystum hjá vaksnum kunnu í mesta lagi 15 eykaleikarar standa á dómaraseðlinum, og av teimum kunnu í mesta lagi 6 verða skiftir inn.
Í øllum øðrum dystum kunnu fleiri eykaleikarar verða nýttir, treytað av:
Um dómarin ikki hevur fingið boð, ella um eingin semja er partanna millum, kunnu í mesta lagi 6 eykaleikarar verða nýttir.
Flúgvandi útskiftingar
Flúgvandi útskiftingar eru bert loyvdar í fótbólti hjá ungdómi, veteranum, rørslutarnaðum og børnum, og tá bert um semja er fingin við tjóðarfótbóltssambandið, sersambandið ella FIFA
3. Mannagongd, tá ið skift verður út
Fyri allar dystir er galdandi, at dómarin skal vita nøvnini á øllum eykaleikarum, áðrenn dystarbyrjan. Eykaleikarar, hvørs navn dómarin ikki hevur fingið upplýst, kunnu ikki luttaka í dystinum.
Fyri at skifta út við eykaleikara, skulu hesar treytir verða loknar:
Eykaleikarin hevur bert loyvi at koma inn:
Ein útskifting er framd, tá ið ein eykaleikari trínur inn á vøllin.
Frá teirri løtu er leikarin vorðin ein útskiftur leikari, og eykaleikarin er vorðin ein leikari, og kann hesin taka leik upp aftur.
Allir eykaleikarar og útskiftir leikarar eru undir myndugleika dómarans; sama um teir spæla ella ikki.
4. Skifta málmann
Ein og hvør av hinum leikarunum kann skifta um pláss við málmannin, treytað av:
5. Brot/Revsingar
Um ein eykaleikari, sum stendur á dómaraseðlinum, byrjar inni fyri ein, sum av uppruna stóð til at byrja inni, og hetta hendir uttan, at dómarin hevur fingið nakra fráboðan:
Um ein útskifting er framd í hálvleikinum ella áðrenn eykatíð, skal mannagongdin verða gjøgnumførd, áðrenn dysturin verður tikin upp aftur. Um dómarin ikki fær boð um útskiftingina, kann innskifti leikarin halda áfram at spæla, ongin agarevsing skal gevast, og frágreiðing um hendingina skal sendast viðkomandi myndugleikum.
Um ein leikari skiftir um pláss við málmannin uttan at hava fingið loyvi dómarans, áðrenn skift varð:
Fyri øll onnur brot á hesa grein:
6. Útvístir leikarar og eykaleikarar
Ein leikari, ið er útvístur:
Ein eykaleikari, sum er nevndur á dómaraseðlinum, og sum verður útvístur áðrenn ella aftaná dystarbyrjan, kann ikki loysast av.
7. Eyka persónar á vøllinum
Venjarin og aðrir leiðarar, sum eru nevndir á dómaraseðlinum (undantikið leikarar og eykaleikarar) eru hjálparfólk. Øll, sum ikki eru nevnd á dómaraseðlinum sum leikarar, eykaleikarar ella hjálparfólk, eru at meta sum óviðkomandi.
Um eitt hjálparfólk, eykaleikari, útskiftur/útvístur leikari ella onkur óviðkomandi kemur inn á vøllin, skal dómarin:
Um leikur verður steðgaður, og órógvið stóðst av:
Um ein bóltur er á veg í málið, og órógvið ikki forðar einum verjandi leikara í at spæla bóltin, skal málið góðkennast, um bólturin fer í málið (sjálvt um nortið varð við bóltin). Hetta er ikki galdandi, um áleypandi liðið órógvaði.
8. Leikari uttan fyri vøllin
Um ein leikari, sum skal hava loyvi dómarans fyri at koma inn á vøllin aftur, kemur inn á vøllin aftur uttan loyvi dómarans, skal dómarin:
Um dómarin steðgar leiki, skal hann verða tikin uppaftur:
Ein leikari, sum fer út um eina vallarlinju, sum náttúrligan part av dystinum, fremur ikki brot á Fótbóltslógina.
9. Mál skorað, meðan eyka persónur er á vøllinum
Um dómarin leggur til merkis, eftir eitt mál er skorað, men áðrenn leikur er tikin uppaftur, at ein eyka persónur var á vøllinum, tá ið málið varð skorað, og hesin persónurin legði upp í leik:
– skal dómarin kolldøma málið, um eyka persónurin var:
– ein leikari, eykaleikari, útskiftur leikari ella hjálparfólk við tilknýti til liðið, sum skoraði málið. Leikur verður tikin upp aftur við beinleiðis frísparki, har sum eyka persónurin var staddur.
Dómarin skal góðkenna málið, um eyka persónurin var:
Í øllum førum skal dómarin syrgja fyri, at eyka persónurin verður fluttur av vøllinum
Um – eftir at mál er skorað, og leikur er tikin upp aftur – dómarin leggur tilmerkis, at ein eyka persónur var á vøllinum, tá málið varð skorað, kann málið ikki kolldømast. Um eyka persónurin framvegis er á vøllinum, skal dómarin:
Dómarin skal lata frágreiðing inn til viðkomandi myndugleikar.
10. Liðskiparin
Liðskiparin hevur ongar sersømdir, men hann hevur ein ávísa ábyrgd av atburðinum hjá liði hansara.