Føroyska kvinnulandsliðið vísti onga náði, og sendi Gibraltar av Tórsvølli við einum knúsandi 5-0 tapi. Eyðvør Klakstein, Jensa Tórolvsdóttir, Heidi Sevdal og Ásla Johannesen, ið skoraði tvær ferðir, stóðu fyri føroysku málunum


Tað var als eingin ivi, tá Føroyar og Gibraltar møttust í UEFA Nations League dysti á Tórsvølli týsdagin. Úrslitið gjørdist 5-0 til Føroyar, eftir 2-0 leiðslu í steðginum.

Eyðvør Klakstein og Jensa Tórolvsdóttir løgdu Føroyar á odda 1-0 og 2-0, áðrenn Heidi Sevdal og Ásla Johannesen, ið skoraði tvær ferðir, staðfestu ruddiliga heimasigurin í seinna hálvleiki.

Føroyska liðið var betri á øllum plássum, og hevði tamarhald á dystinum frá fyrsta bríksli, meðan kvinnurnar hjá Gibraltar vóru rárir gestir á føroysku hálvuni.

Í hinum dystinum í bólkinum vann Slovakia 2-0 á útivølli móti Moldova. Úrslitini hava við sær, nú øll hava spælt fýra dystir, at Slovakia er fremst við 12 stigum, Føroyar hava 9 stig, Moldova 3, meðan Gibraltar er aftast við ongum stigi.

Um smáar tveir mánaðar skulu kvinnurnar aftur á vøllin. Fríggjadagin 30. mai spæla Føroyar á útivølli móti Moldova, og fýra dagar seinni, týsdagin 3. juni er síðsta umfar á skránni, tá Slovakia kemur á vitjan á Tórsvølli.

Myndir: Jóhanna Thomsen og Hans Erik Danielsen