Við heimild í grein 30, stk. 4 í Kappingarreglunum fyri Fótbólt, ásetur Fótbóltssamband Føroya hesar reglur fyri lýsing á leik- og venjingarbúnum:
Í høvuðsheitum gera felag og lýsari av hvar lýsingin verður sett, men tað skal tó altíð takast hædd fyri, at nummarið á leikbúnanum (leiktroyggju/brókum) ikki verður órógvað av lýsing, til ampa fyri dómara, hjálpardómara og fjølmiðlar.
Er lýsing og ella navn á leikara á leikbúna aftan, er ynskiligt at hæddin á nummarinum í minsta lagi er 28 cm, víst verður tó til grein 30, stk. 3 í kappingarreglunum fyri fótbólt.
Lýsingar av politiskum-, átrúnaðarligum- og ósømuligum slag eru ikki loyvdar.
Lýsingar skulu altíð fylgja landsins lógum.