Ymiskar ásetanir

Kvinnufótbóltur
Leikarar í gentudeildini koma undir somu treytir sum unglingar.

Ferðasteyp í Landskappingini
Ferðasteyp í landskappingini ognast tí felag, ið vinnur avvarðandi kapping trý fylgjandi ár, ella fimm ár samanlagt.

Atgongugjøld
Hámarksprísurin fyri landskappingar- og steypadystir í vaksnamannadeildini sama dag er kr. 80,00. og fyri steypakappingardyst/ir í vaksnamannadeildini sama dag er kr. 80,00.

Gul og reyð kort
Vísandi til siðvenju, halda feløgini sjálvi skil á teim kortum, sum givin verða.

Dómarar/eygleyðarar
Heitt verður á felag, dómara og eygleið¬ara um strangliga at fylgja reglunum í teirri til ein og hvørja tíð galdandi STEVNU.

Fyri at flyta dyst, sum er ásettur í kapp¬ingarskipanini ella av kappingarnevndini, skal góðkenning frá kappingarstjóranum fyriliggja, semja skal vera millum leikandi feløgini og dómara um ætlaðu flyting, áðrenn áheitan um góðkenning verður send kappingarstjóranum.

Dómari, sum er settur at døma dyst, skal nýta góðkendar hjálpardómarar.

Um reytt kort verður givið í dysti, skal frágreiðing sendast saman við dómaraseðlinum til Fótbóltssamband Føroya.

Órógv í sambandi við dystir
Heitt verður á feløgini, um at ansa eftir, at óviðkomandi børn v.m. ikki órógva – tarna spælinum við bóltspæli tætt upp at vølli, har ásettur dystur verður leiktur, ella á annan hátt verða til ampa innanfyri girðingina v.m. Heimafelagið hevur ábyrgd av, at fáa hesi viðurskifti í rættlag, uttan at neyðugt skal vera hjá dómara at gera vart við hesi viðurskifti.

Aðrir upplýsingar
Viðvíkjandi upplýsingum um omanfyri standandi punkt, verður víst til heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo :
– Lógir fyri Fótbóltssamband Føroya.
– Kappingarreglur fyri fótbólt.
– Kappingarreglur fyri yngri deildir.
– Agareglugerðina.

Samtykt av Kappingarnevndini tann 03.02.2012

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.