Tórunn Højgaard Joensen úr KÍ varð leygardagin kosin besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum í mars mánað
Lagt var upp til stórdyst á Djúpumýru í Klaksvík leygardagin, tá oddaliðini í Betrideildini hjá kvinnum, KÍ og NSÍ brustu saman.
Men áðrenn kvinnurnar av álvara komu í gongd, var tað Tórunn Højgaard Joensen úr KÍ, ið átti pallin. Í samstarvi við Hotel Brandan velur Fótbóltssamband Føroya besta spælara hvønn mánað, og áðrenn dystin á Djúpumýru leygardagin varð vinstri bakkurin hjá klaksvíkskvinnum kunngjørd sum besti spælari í Betrideildini í mars mánað.
Tað eru venjararnir hjá liðunum í fremstu deildini, sum hvønn mánað velja besta spælaran, og tá atkvøðurnar fyri farna mánað vóru taldar saman, hevði Tórunn Højgaard Joensen úr KÍ fingið flestar. Henni á baki komu Heidi Sevdal og Sara Samson Lamhauge úr NSÍ.
– Hetta var ein deiligur heiður at fáa, men vónandi verður okkurt størri seinni í ár. Dysturin móti NSÍ í dag var javnur – tó haldi eg at vit høvdu munin, og høvdu uppiborið í minsta lagi 1 stig. Men vit mugu bara halda fram, tí enn er nógv eftir, sigur Tórunn Højgaard Joensen við heimasíðuna hjá FSF.
Fyri heiðurin fekk Tórunn eitt gávubræv upp á 1.000 krónur frá Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF. Tað var mamma Tórunn, Poula Ann Joensen, sum vegna Fótbóltssamband Føroya stóð fyri handanini.